Um spekt

Stuðul

SPEKT fær nógvar umsóknir um stuðul og vil fegin lata eina hjálpandi hond til einstaklingar, bólkar og felagsskapir, tó er avmarkað hvat vit hava møguleika at stuðla.

Fyri at øll skulu fáa somu viðgerð er avgjørt, at allar umsóknir skulu verða skrivligar. Tað er sera umráðandi at allir teigarnir verða fyltir út. Tað er eisini umráðandi at greitt verður frá hvat biðið verður um.

Innkomnar umsóknir verða viðgjørdar fyrstu vikuna í januar, mars, mai, juli, september og november.