Tænastur

Hjálp til sjálvuppgávu

SPEKT kann hjálpa tær við at gera skattskyldugu inntøkuna upp og rokna skattin út.  Vit kunnu eisini hjálpa til við at gera kapitalvinningsinntøkuna upp íroknað at uppgera vinning og tap av virðisbrøvum v.m.

SPEKT kann hjálpa við at gera húsaleiguinntøkuna upp og ráðgeva um, hvussu fríir ágóðar, t.d. fríur bilur, skulu viðgerast skattliga. Vit kunnu eisini avgreiða tilfarið yvir fyri TAKS.

Inntøkur frá útlandinum

SPEKT hevur holla vita um skattligu avleiðingarnar, tá ið arbeitt verður uttanlands, eins og hvussu útlendskar inntøkur skattliga skulu viðgerast í Føroyum.

Vit kunnu sostatt hjálpa og ráðgeva við uppgerð av skattskyldugu inntøkuni og avgreiða tilfarið yvir fyri TAKS.