Grannskoðan
SPEKT veitir tænastur innan grannskoðan á høgum støði. Umframt at vit grannskoða roknskapir hjá smápartafeløgum og partafeløgum, grannskoða vit eisini almennar roknskapir so sum kommunalar roknskapir, landsstovnar, skúlar v.m.
Vit eru alment álitisumboð, tá ið vit grannskoða ein ársroknskap. Ein roknskapur við eini grannskoðanarátekning hevur eitt trúvirði í almenninginum, sum hann annars ikki vildi havt.
Í sambandi við lógarkravdu grannskoðanina hava vit eisini fyri eyga, at hendan skal skapa virði fyri leiðsluna. Vit geva tískil leiðsluni tilmæli um møguligar ábøtur, sum kunnu vera við til at lætta og betra um dagligu arbeiðsgongdina.