Bókhald og lønarumsiting
Bókhald
SPEKT kann hjálpa við umsitingarligum uppgávum so sum bókhaldi og lønarumsiting.
Um SPEKT bókar, kunnu tit altíð fáa eitt dagført yvirlit yvir fíggjarligu gongdina og á tann hátt tryggja, at fyritøkan verður rikin so skynsamt, sum til ber.
Bókhaldararnir hjá SPEKT kenna væl reglurnar um meirvirðisgjald, og kunnu trygga, at meirvirðisgjalds-uppgerðirnar eru rættar og klárar at avgreiða til tíðina umframt at felagið fær endurgoldið ta meirvirðisgjald, sum lógin ásetir.
Ein natúrligur partur í bókhaldsarbeiðinum er at røkja skuldarar og ognarar felagsins.
Ein góð røkt av skuldarum er við til at tryggja gjaldførið hjá felagnum og minkar um váðan fyri at missa pening upp á skuldarar.
Ein góð røkt av ognarunum tryggjar, at skuld verður goldin til tíðina. Hetta tryggjar, at gjaldførið felagsins verður gagnnýtt so skilagott, sum til ber.
Um ynskist, kann bókhaldið verða ført á staðnum.
Lønarumsiting
Vit kunnu hjálpa og ráðgeva á staðnum, ella vit kunnu umsita og avgreiða lønir frá okkara skrivstovu alt eftir tykkara tørvi.