Kunning

Freistir sambært mvg-lógini

Fyri virki, sum ikki hava avtalað ella fingið álagt aðrar innlatingarfreistir, er freist fyri innlating av mvg-uppgerðum 1 mánaður og 10 dagar eftir ársfjórðingslok, tvs. 10. februar, 10. mai, 24. august og 10. november.

Verður mvg-uppgerðin innlatin ov seint, verður avgjaldið fyri viðkomandi ársfjórðing hækkað við 1%, tó í minsta lagi við 300 kr. og í mesta lagi við 1.000 kr.

Avgjaldið fyri hvønn ársfjórðing fellur til gjaldingar sama dag, sum mvg-uppgerðin skal innlatast.


Freistir sambært skattalógini

Feløg skulu lata inn sjálvuppgávu í seinasta lagi 1. juli í árinum eftir roknskaparárið.

Sjálvstøðugt vinnurekandi og persónar, sum ikki hava roknskaparskyldu, skulu lata sjálvuppgávu inn í seinasta lagi 1. mai í árinum eftir roknskaparárið.

Feløg og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum eru skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini, skulu lata sjálvuppgávu inn í seinasta lagi 1. juni í árinum eftir roknskaparárið.


Freistir sambært ársroknskaparlógini

Sambært § 138 í ársroknskaparlógini skulu ársfrásagnir sendast til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.

Mannagongdin er í dag, at um ársfrásøgnin ikki er latin inn, tá ið freistin er farin, fær felagið eina áminning við einari freist á 4 vikur. Um ársfrásøgnin ikki er latin inn, áðrenn hendan freistin er farin, verður felagið sent skiftirættinum til avtøku.

Frá 1. juli 2018 verður hendan mannagongdin broytt soleiðis:

Viðvíkjandi bót

Um ársfrásøgnin ikki verður latin inn rættstundis, fer Skráseting Føroya, við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini, at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda eitt avgjald.

Hevur felagið stjóra og nevndarlimir, verða nevndarlimirnir persónliga álagdir at rinda.

Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið. Viðkomandi leiðslulimur ábyrgjast persónliga fyri avgjaldið.

Tað vil siga:

Um fyritøkan letur ikki ársfrásøgnina inn til tíðina, fær hon ein rykkjara. Um fyritøkan letur ársfrásøgnina inn áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt. 

Heldur fyritøkan ikki nýggju freistina, verður álagt eitt avgjald á 500 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.

Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. juli verður avgjaldið 2.000 kr.  í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.

Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. august, verður avgjaldið 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.

Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, verður kravið sent til pantingar.

Viðvíkjandi avtøku:

Skráseting Føroya fer framhaldandi, við heimild í § 150, stk. 3 í ársroknskaparlógini, og § 226 jvb. § 225 í vinnufelagslógini, at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt.