Virðisáseting av partabrøvum
Umfatandi broytingar eru settar í gildi viðvíkjandi skatting av vinningi við sølu av partabrøvum og øðrum virðisbrøvum. Mest týðandi broytingin var, at skattafrítøkan fyri partabrøv v.m., sum eru útvegað áðrenn 16. november 2001, er avtikin frá 1. januar 2007 at rokna. Frá hesum degi skal vinningur og tap í sambandi við avhendan av øllum partabrøvum v.m. roknast við í uppgerðina av skattskyldugum kapitalvinningi.
Skattskyldan fyri partabrøv, sum eru útvegað áðrenn 16. november 2001, fevnir bert um ta virðisøking, sum verður staðfest í 2007 og frameftir. Hesi partabrøvini skulu tí virðisásetast til eitt mett handilsvirði pr. 31. desember 2006. Metta handilsvirðið verður hereftir skattliga útveganarvirðið, sum skal nýtast í uppgerðini av vinningi ella tapi í sambandi við eina seinni sølu av hesum partabrøvum.
Hvørji feløg skulu virðismetast
Tað eru bert feløg, ið hava partaeigarar, sum hava útvegað síni partabrøv áðrenn 16. november 2001, sum skulu virðismetast. Feløg, sum eru stovnað áðrenn 16. november 2001, men har øll partabrøvini eru handlað síðani 16. november 2001, skulu ikki virðismetast. Feløg, sum eru stovnað eftir 16. november 2001, skulu heldur ikki virðismetast. Tó kunnu serligar umstøður gera seg galdandi fyri feløg, sum eru stovnað í sambandi við skattafría samanlegging.
Í feløgum, ið hava partaeigarar, sum hava útvegað síni partabrøv lutvíst áðrenn og lutvíst aftaná 16. november 2001, skal virðismetingin gerast fyri alt felagið, men bert nýtast sum skattligt útveganarvirði fyri tey partabrøv, sum eru útvegað áðrenn 16. november 2001.
Útgangsstøði fyri virðismetingini
Útgangsstøðið er, at virðið á partabrøvunum verður ásett til handilsvirðið. Um handilsvirðið er ókent, ella um umstøðurnar annars ikki kunnu leggjast til grund fyri eini meting av handilsvirðinum, kann virðismetingin verða gjørd sambært kunngerð frá Fíggjarmálaráðnum.
Sambært hesi kunngerð verður virðið av partabrøvum ásett við støði í bókaða virðinum í felagnum við endan á tí roknskaparskeiði sum endar í 2006. Bókaða virðið sambært ársroknskapinum kann síðani verða javanað fyri meir- og minnivirði á ogn og skuld felagsins sambært niðanfyristandandi dømi.
Bókað virði Mett søluvirð Uppgerð
Eginpeningur 10.000
Bygningar 2.500 4.000 1.500
Fiskifør uttan veiðuloyvi 2.500 1.500 -500
Rakstrargøgn 300 2.000 1.700
Partabrøv 1.000 3.000 2.000
Fiskifør við veiðuloyvi 20.000 50.000 30.000
Goodwill 0 1.500 1.500
Samlað regulering 36.200
Útsettur skattur (18%) -6.516
Mett handilsvirði 39.684
Hvør skal gera virðismetingina
Feløg, sum skulu virðismetast sambært omanfyristandandi, skulu gera eina uppgerð og senda hana inn til Toll- og Skattstovu Føroya. Enn er ikki kunngjørt, nær ið henda uppgerð skal vera send Toll- og Skattstovuni. Uppgerðin skal váttast til sannan av grannskoðara.
Um uppgerðin inniheldur javningar fyri handilsvirði á fastogn og skipum, skal virðismetingin av hesum ognum vera gjørd av fakfólki á økinum. Skjalprógv fyri at viðkomandi er fakfólk á økinum skal sendast Toll- og Skattstovuni samstundis sum virðismetingin verður innsend.
Aðrar ásetingar
Í staðin fyri at nýta eitt mett handilsvirði tann 31. desember 2006 kunnu partabrævaeigarar velja at nýta veruliga útveganarvirðið á partabrøvunum sum skattligt útveganarvirði. Hetta er ein fyrimunur í teimum førum, har veruliga útveganarvirðið er hægri enn metta handilsvirðið tann 31. desember 2006. Treytin fyri at kunnu nýta veruliga útveganarvirðið er, at partaeigari sjálvur fráboðar hetta til Toll- og Skattstovu Føroya innan 1. oktober 2007.
Hóast partaeigari nýtir handilsvirðið tann 31. desember 2006 sum útveganarvirðið, verður tap við sølu av partabrøvum, sum eru útvegað áðrenn 16. november 2001, í framtíðini avmarkað til í mesta lagi at vera ájavnt við tapið, sum vildi verið staðfest, um veruliga útveganarvirðið varð nýtt í staðin fyri metta handilsvirðið tann 31. desember 2006.
Fyri partabrøv, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, verður skrásetta virðið tann 31. desember 2006 nýtt sum skattligt útveganarvirðið.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samban við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo
Jákup Jacobsen
Tlf. nr. 34 34 63
jjacobsen@spekt.fo