Stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
Frá 1. juli 2007 hava allir húsaeigarar í Føroyum rætt til at fáa upp til 150.000 kr. í stuðli frá landinum í sambandi við bygging ella umvæling av teirra bústaði.
Broyting í MVG-lógini
Meirvirðisgjaldslógin er broytt soleiðis, at frá 1. juli 2007 skal meirvirðisgjald leggjast á arbeiðslønir í sambandi við bygging og umvæling av egnum bústaði. Samstundis kemur nýggj lóg í gildi sum ásetur, at stuðul kann veitast húsaeigarum fyri meirvirðisgjaldið av arbeiðslønum í sambandi við bygging ella umvæling av egnum bústaði.
Stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði
Persónar, sum byggja ella umvæla egnan bústað, hava frá 1. juli 2007 rætt til stuðul frá Toll- og Skattstovuni fyri meirvirðisgjald av arbeiðslønum. Stuðulin, sum verður útgoldin eftir umsókn, kann í mesta lagið verða 150.000 kr. fyri hvørt matrikul nummar, svarandi til meirvirðisgjald av arbeiðslønum upp á 600.000 kr.
Treytin fyri stuðli er, at viðkomandi persónur sjálvur eigur og býr ella fer at búgva í húsunum. Hús ella íbúðir, sum verða útleigað, umframt summarhús uppfylla sostatt ikki treytirnar fyri stuðli. Umframt sjálvan bústaðin kann stuðul eisini veitast fyri meirvirðisgjald av arbeiðslønum í sambandi við bygging ella umvæling av hjalli, garði, bilhúsi, túni, urtagarði og líknandi, sum er á sama grundøki sum bústaðurin.
Í mesta lagi 150.000 kr. fyri hvørt matrikul nummar
Lógin um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði ásetur, at veitast kann í mesta lagi 150.000 kr. í stuðli fyri hvørt matrikul nummar. Hetta svarar til meirvirðisgjald av arbeiðslønum upp á 600.000 kr. uttan mvg. Stuðulin er tengdur at matrikul nummarinum, og merkir hetta, at hvør bústaður í Føroyum fær eina saldo upp á 150.000 kr. í stuðli, sum brúkast kann av, so hvørt sum bygt ella umvælt verður. Um húsini eftirfylgjandi skifta eigara, fær nýggi eigarin av húsunum ikki eina nýggja saldo, av tí at stuðulin fylgir matrikul nummarinum og ikki eigaranum.
Verndaregla fyri misbrúki
Eftir lógini verður stuðul bert veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðslønum. Fyri at verja móti misbrúki er ásett, at um lønarparturin er størri enn tilfarsparturin, verður stuðul veittur við í mesta lagi helvtini av meirvirðisgjaldinum av arbeiðsløn og tilfari til samans.
Dømi:
kr. kostnaður mvg
Løn 40.000 10.000
Tilfar 20.000 5.000
Tilsamans 60.000 15.000
Stuðul 15.000 / 2 = 7.500
Umsókn skal sendast til Toll- og Skattstovuna
Fyri at fáa stuðul til meirvirðisgjald av arbeiðslønum skal viðkomandi húsaeigari senda umsókn til Toll- og Skattstovuna. Saman við umsóknini skal sendast skeytið yvir ognina, umframt fakturar og kvittanir yvir bæði lønir og tilfar.
Fyri at hava rætt til stuðul, skal umsókn verða send Toll- og Skattstovuni í seinasta lagi 5 ár eftir dagfestingina av rokningini frá byggifyritøkuni. Um meira enn 5 ár eru fráliðin verður eingin stuðul givin.
Skiftisregla fyri sáttmálar áðrenn 1. juli 2007
Lógin ásetir, at sáttmálar, sum eru fráboðaðir Toll- og Skattstovuni áðrenn 1. juli 2007, skulu viðgerast eftir higartil galdandi reglum. Hetta merkir, at arbeiðslønir í sambandi við bygging og umvæling av egnum bústaði framvegis kunnu verða frítiknar fyri meirvirðisgjald aftan á 1. juli 2007, um talan er um arbeiði sambært sáttmála, sum er fráboðaður Toll- og Skattstovuni áðrenn 1. juli 2007.
Henda regla hevur serliga týdning fyri byggifyritøkur, sum hava gjørt sáttmálar við privat persónar um bygging av húsum og íbúðum, og har prísurin longu er fastlagdur. Um sáttmálarnir ikki verða lagdir fyri Toll- og Skattstovuna innan 1. juli 2007, skal byggifyritøkan áleggja meirvirðisgjald á arbeiðslønir eftir henda dag, og kann hetta tískil viðføra meirkostnað fyri byggifyritøkuna, um møguleiki ikki er fyri at hækka søluprísin samsvarandi.
Fyri persónar, sum hava ætlanir um at byggja ella umvæla egnan bústað, kann tað eisini vera ein fyrimunur at gera avtaluna um bygging ella umvæling, og leggja hesi fyri Toll- og Skattstovuna áðrenn 1. juli. Fyrimunirnir eru tvinnandi, lutvíst at eingin avmarking er á mvg-fría lønarpartinum (stuðulin er avmarkaður til 25% av 600.000 kr. uttan mvg eftir nýggju reglunum), og lutvíst at persónurin varðveitir møguleikan til seinni at fáa fullan stuðul upp til 150.000 kr. í sambandi við umvælingar á bústaðin.
Fyritøkur, sum hava latið tilboð til persónar um bygging ella umvæling av teirra bústað fyri fastan prís, eiga eisini at royna at fáa samtykki frá viðkomandi persónum skjótast gjørligt, soleiðis at avtalan kann leggjast fyri Toll- og Skattstovuna áðrenn 1. juli 2007.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo
Jákup Jacobsen
Tlf. nr. 34 34 63
jjacobsen@spekt.fo