Kunning
21-05-2019

Starvslýsing: Starv og hægri útbúgving

Starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, skatt og vinnulívsrætt

Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla? Hevur tú áhuga í samfelags- og vinnuligum viðurskiftum? Dámar tær at arbeiða við tølum, og ætlar tú tær at fáa eina hægri útbúgving innan búskaparfrøði?

Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, samstundis sum tú hevur møguleika at fáa eina hægri búskaparliga útbúgving.

Arbeiðið

Tú verður partur av einum dugnaligum, vælútbúnum og ágrýtnum toymi av starvsfólkum. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um at grannskoða ársroknskapir, veita roknskaparhjálp og ráðgeva vinnuligum og almennum fyritøkum um fíggjarlig viðurskifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Útbúgvingin

Samstundis sum tú arbeiðir, verður byrjað upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu lesur tú HD, harav 2 tey fyrstu árini eru skipað við undirvísing á Handilsskúlanum í Tórshavn. Seinnu 2 árini av HD-lestrinum eru skipað í samstarvi ímillum Handilsskúlan í Tórshavn og Århus Universitet.

Eftir loknan HD-lestur er møguleiki at søkja inn á cand.merc.aud.-útbúgvingina á lærdum háskúlum í Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at fullføra cand.merc.aud.-útbúgvingina. Velur tú at arbeiða í lestrartíðini, mást tú rokna við, at tað tekur eini 3 til 4 ár at fullføra cand.merc.aud.-útbúgvingina.

Cand.merc.aud.-útbúgvingin gevur møguleika fyri at gerast statsaut. revisor ella løggildur grannskoðari. Harumframt gevur cand.merc.aud.-útbúgvingin fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar, m.a. sum roknskapar-/ fíggjarleiðari í størri fyritøkum.

Um teg

Vit vænta, at tú hevur eitt gott miðnámsskúlaprógv serliga innan øki, ið eru viðkomandi so sum støddfrøði ella virkisbúskap. Tú ert sinnað/ur at fara undir at lesa HD og síðani cand.merc.aud. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fryntlig/ur, fyrikomandi og at tú hevur lætt við at samstarva við onnur.

Umsóknin

Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúlaprógvið (seinasta støðumet) og møguligum arbeiðsroyndum verður at senda okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 3. juni 2019.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at skriva teldupost til mh@spekt.fo.

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

SPEKT er eitt løggilt grannskoðanarvirki, sum veitir tænastur í sambandi við grannskoðan íroknað KT-grannskoðan, roknskaparhjálp,
skatt, vinnuráðgeving v.m. Kundaskarin er breiður og fevnir um bæði persónar, vinnuvirki, landsstovnar og kommunur. Vit miðja
eftir at finna haldgóðar loysnir, sum byggja á trygt grundarlag.