Kunning

Starvsfólkaágóðar

Stákanin til jóla er nú av álvara farin í gongd. Arbeiðsplássini kring landið eru í hesum høpi ikki eftirbátar, tí har verður dúgliga skipað fyri jólatiltøkum av ymsum slag, eins og hugsað verður um jólagávur til starvsfólkini.

Tá ið vinnurekandi persónar ella feløg hava útreiðslur, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til starvsfólkini á virkinum, kann av og á standast ivi um hvørt útreiðslan kann dragast frá skattliga, um talan er um ágóða, sum starvsfólkini skulu skattast av og um virkið kann fáa keyps-mvg av kostnaðinum endurrindað.

Sambært skattalógini kunnu vinnurekandi draga frá rakstrarkostnað, sum hevur samband við at vinna inntøkurnar, og fríir ágóðar eru skattskyldugir fyri móttakarin.

Skrásett virki kunnu sum útgangsstøði fáa endurrindað meirvirðisgjald av kostnaði, sum viðvíkur vinnuliga virkseminum. Tá ið talan er um kostnað, sum hevur tilknýti til starvsfólk, er tó í mongum førum ikki møguligt at fáa meirvirðisgjaldið endurrindað.


Praksis fyri ávísar ágóðar


Á flestu arbeiðsplássum fáa starvsfólk eitt nú kaffi og te ókeypis, umframt at tey hava atgongd til at lesa tíðindabløð v.m.

Í Føroyum er ikki praksis at skatta starvsfólk fyri hesi sløgini av ágóðum. Hetta kemst óivað av, at talan í høvuðsheitinum er um ótýðandi upphæddir, og at sera torført er at gera upp skattskyldugu upphæddirnar fyri hvørt starvsfólkið.

Sambært galdandi praksis á økinum kann arbeiðsgevarin draga omanfyri nevndu kostnaðir frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni. Arbeiðsgevarin fær tó ikki endurrindað meirvirðisavgjald av hesum kostnaðum.


Gávur til starvsfólk

Gávur í peningi og gávukort frá arbeiðsgevara skulu skattast uttan mun til upphæddina. Aðrar gávur verða ikki skattaðar, um keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald er 1.500 kr. ella minni. Er keypsprísurin íroknað meirvirðisgjald yvir 1.500 kr., skal skattur gjaldast av allari upphæddini. Talan er um árliga upphædd.

Arbeiðsgevarin kann ikki fáa endurrindan fyri meirvirðisavgjald av gávum.


Matur og borðhald


Tá ið arbeiðsgevari rindar fyri mat til starvsfólk, er talan sum útgangsstøði um eina skattskylduga veiting til starvsfólkið. Veitingin verður skattað eftir ásettum virðum í mun til, um talan er um 1, 2 ella 3 máltíðir um dagin. Skattskyldugu virðini fyri 2005 eru ásett til ávikavist 28 kr., 38 kr. og 50 kr. fyri hvønn dagin. Arbeiðsgevarin hevur skattliga frádrátt fyri veruligu útreiðslurnar til kostin til starvsfólkini.

Um rindan fyri mat til starvsfólk hevur samband við, at hesi arbeiða út yvir vanliga arbeiðstíð, so verður útreiðslan mett at hava eitt sovorðið tilknýti til inntøkurnar hjá virkinum, at talan er um vanligan rakstrarkostnað. Í hesum førum ber kostnaðurin ikki brá av at vera fríur ágóði til starvsfólk, og tí verða starvsfólkini ikki sett í skatt av hesum upphæddum.

Tað er ikki nakað ókent fyribrigdi, at arbeiðsgevarar skipað fyri afturvendandi starvsfólkatiltøkum sum t.d. borðhaldi við møguligum undirhaldi av einhvørjum slagi. Hesa árstíðina er jú sera vanligt, at arbeiðsgevarar bjóða starvsfólkum til eitt jólaborðhald.

Eftir galdandi praksis verður skattligur frádráttur loyvdur fyri útreiðslur til starvsfólkatiltøk sum t.d. jólaborðhald. Her skal tó viðmerkjast, at verandi praksis bert er galdandi í tann mun, at talið á tiltøkum og kostnaðurin verður hildin innan fyri rímulig mørk.

Meirvirðisgjald á keypi, sum er tengt at starvsfólkatiltøkum verður ikki endurrindað.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella

Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo