27-02-2020
SPEKT letur skrivstovu upp í Klaksvík
Fríggjadagin 6. mars lata vit upp skrivstovu á Stangaskákinum 1 í Klaksvík.
Vit hava nógv viðskiftafólk norðanfyri, og við skrivstovuni í Klaksvík verður tað lættari hjá viðskiftafólkum at koma á gátt, samstundis sum tað verður møguligt hjá okkum at veita eina enn betri tænastu. Á skrivstovuni koma fýra fólk at hava sítt dagliga arbeiði.
Vit hava almenna móttøku fríggjadagin 6. mars frá klokkan 15 til 17, har øll eru hjartaliga væl komin.