Kunning
05-05-2021

SPEKT í Klaksvík søkir eftir grannskoðara


SPEKT bjóðar starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, skatt og vinnulívsrætt

Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla, ella verður tú liðug/ur í summar? Hevur tú áhuga í samfelags- og
vinnuligum viðurskiftum? Dámar tær at arbeiða við tølum, og kundi tú hugsað tær at fingið hægri útbúgving innan búskaparfrøði?

Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, samstundis sum at tú hevur møguleika at fáa eina
hægri búskaparliga útbúgving.

Arbeiðið 
Starvsstaðurin er á deildini hjá SPEKT í Klaksvík, har tú verður partur av einum dugnaligum, ágrýtnum og
vælútbúnum starvsfólkatoymi. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um at grannskoða ársroknskapir, veita roknskaparhjálp og ráðgeva vinnuligum og almennum fyritøkum um fíggjarlig viðurskifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Útbúgvingin
Samstundis, sum tú arbeiðir, verður byrjað upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu lesur
tú HD, har tey fyrstu 2 árini eru skipað við undirvísing á Búskaparbreytini á Glasi. Seinnu 2 árini av HD
lestrinum eru skipað í samstarvi millum Búskaparbreytina á Glasi og Århus Universitet.

Eftir loknan HD-lestur er møguleiki at søkja inn á cand.merc.aud.-útbúgvingina á lærdum háskúlum í
Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at fullføra útbúgvingina. Velur tú at arbeiða í lestrartíðini, kann
roknast við, at tað tekur 3 til 4 ár at gera hana lidna.

Cand.merc.aud.-útbúgvingin gevur møguleika fyri at gerast statsaut. revisor ella løggildur grannskoðari.
Harumframt gevur útbúgvingin fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar, m.a. sum roknskapar-/ fíggjarleiðari í
størri fyritøkum.

UM TEG
Vit vænta, at tú ert sinnað/ur at fara undir at lesa HD og síðani møguliga cand.merc.aud. Harumframt
vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, og at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva.

UMSÓKNIN
Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúlaprógv (ella seinasta støðumet) og møguligum arbeiðsroyndum skal sendast okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 25. mai 2021.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at
skriva teldupost til mh@spekt.fo.

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.

Tak lýsingina niður sum pdf her