Skattlig viðurskifti hjá lesandi uttanlands
Føroyingar, ið leita sær til útlond at nema sær útbúgving, koma sum útgangsstøði undir fulla skattskyldu í tí landinum flutt verður til. Føroyska skattalóggávan gevur tó hesum føroyingum møguleika fyri eisini at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum. Tey, sum gera nýtslu av nevnda møguleika verða tískil fult skattskyldug bæði í Føroyum og í bústaðarlandinum.
Við at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verða lesandi og lærlingar uttanlands, sum hava inntøku í Føroyum, skattað á sama hátt sum persónar, ið eru búsitandi í Føroyum. Tað vil siga, at rætturin til galdandi frádráttir v.m. ikki verður skerdur, hóast hesir skattgjaldarar uppihalda seg uttanlands meginpartin av árinum.
Føroyingar, sum eru uttanlands í útbúgvingarørindum, og sum t.d. arbeiða í Føroyum í summarfrítíðini, kunnu sostatt verða skattaðir av slíkari arbeiðsinntøku eftir somu reglum, sum skattgjaldarar , sum búgva í Føroyum alt inntøkuárið. Hetta merkir m.a., at hesir skattgjaldarar fáa fullan botn- og barnafrádrátt í Føroyum.
Um ein lesandi við fullari skattskyldu í Føroyum t.d. hevur lønarinntøku her í summarfrítíðini so verður eingin skattur álíknaður av teim fyrstu 24.000 kr., meðan sama inntøka hevði verið skattað við 42 prosentum, um talan hevði verið um lesandi við avmarkaðari skattskyldu.
Treytir
Føroyingur, sum fer uttanlands í útbúgvingarørindum, hevur rætt til at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, um viðkomandi áðrenn lestur ella læru hevur havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár. Tað er ikki ein treyt, at talan skal vera um eitt samanhangandi tíðarskeið upp á 4 ár, men bert um bústað í 4 ár til samans.
Sambært kunngerð nr. 109 frá 5. juli 2001 eru lesandi og lærlingar at skilja sum persónar, sum fara uttanlands í lestrar- ella útbúgvingarørindum við t.d. lærdan háskúla, skúla innan handil og ídnað, sjóvinnu, landbúnað, handverk, flogvinnu, sjúkrarøkt ella tænastuvinnu. Toll- og Skattstova Føroya sigur í vegleiðingarskrivi, at talan bert er um dømi, sum eru nevnd í kunngerðini, og tískil ikki um nakra úttømandi áseting av, hvørji eru at meta sum lesandi ella lærlingar.
Fyri at varðveita fulla skattskyldu skal umsókn hesum viðvíkjandi latast Toll- og Skattstovu Føroya. Umsóknarblað fæst á heimasíðuni www.tollskatt.fo undir Skjøl,umsóknarbløð ella við at venda sær til eina av økisskrivstovunum hjá Toll- og Skattstovu Føroya.
Lesandi og lærlingar, sum varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skulu lata Toll- og Skattstovu Føroya sjálvuppgávu og ognaruppgerð á hvørjum ári í lestrar- ella lærutíðini.
Hesir persónar hava eisini skyldu til at veita Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um broytingar í útbúgvingini, t.d. um skift verður til aðra útbúgving ella um persónur gevst við útbúgvingi.
Tann lesandi ella lærlingurin skal eisini altíð kunna vátta, at hann framhaldandi er undir útbúgving.
Skattur og sjálvuppgávur
Tað er umráðandi at grundleggjandi skattareglurnar í útbúgvingarlandinum verða kannaðar. Í flestu framkomnu skattaskipanunum er globalmeginreglan galdandi. Hetta merkir, at øll inntøka, uttan mun til hvaðani hon stavar, skal gevast upp til skattingar í tí landinum, har hin skattskyldugi hevur fulla skattskyldu.
Føroysk lesandi og lærlingar uttanlands, sum varðveita fulla skattskyldu í Føroyum eru í tí serstøðu, at tey eru fult skattskyldug í tveimum londum. Tá ið soleiðis er vorðið, skal globalinntøkan gevast upp til skattingar í tí landinum, har hin skattskyldugi er heimahoyrandi.
Lesandi og lærlingar uttanlands eru heimahoyrandi í tí landinum, har útbúgvingin fer fram, og skulu tey tí í flestu førum upplýsa um allar inntøkur á sjálvuppgávuna í útbúgvingarlandinum. Um skattur er goldin í Føroyum av inntøku her á landi, skal hetta upplýsast á sjálvuppgávuni í útbúgvingarlandinum, soleiðis at inntøkan ikki verður skattað tvær ferðir.
Lesandi og lærlingar uttanlands, sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum fáa á hvørjum ári sendandi sjálvuppgávu og ognaruppgerð frá Toll- og Skattstovu Føroya. Á føroysku sjálvuppgávuna skal bert upplýsast um inntøkur, sum eru vunnar í Føroyum.
Føroyafrádráttur
Føroyingar, sum eru undir útbúgving í Danmark, hava undir ávísum treytum rætt til ein serligan skattafrádrátt, um tey hava lønarinntøku. Talan er um, at lønarinntøka hjá lesandi og lærlingum, sum er neyðug fyri uppihaldið í Danmark, er frítikin fyri inntøkuskatt. Tað er í hesum sambandi uttan týdning, um lønarinntøkan stavar úr Danmark ella úr Føroyum. Frádrátturin, sum vanliga verður nevndur føroyafrádrátturin, er avmarkaður til ávísa upphædd; í 2005 er frádrátturin ásettur til 65.000 kr.
Rætt til føroyafrádrátt hava tey, sum dvølja í Danmark í avmarkað tíðarskeið einans í lestrar- ella útbúgvingarørindum. Avmarkað tíðarskeið er at skilja sum ásett lestrartíð við 2 árum afturat.
Fyri at hava rætt til føroyafrádráttin má dvølurin í Danmark, áðrenn útbúgvingin byrjar, í mesta lagi vera 6 mánaðir.
Persónar, sum hava rætt til føroyafrádrátt skulu venda sær til skattamyndugleikan í kommununi, har teir hava bústað, við skjølum sum prógva frádráttarrættin. Slík skjøl fevna vanliga um pass, váttan um hvar viðkomandi hevur havt skattskyldu, áðrenn uppihaldið í Danmark byrjaði og váttan ella skjalprógv um útbúgvingina. Persónurin fær síðani útskrivað eitt skattakort, har hædd er tikin fyri føroyafrádráttinum.
Persónar, sum hava fingið játtað føroyafrádrátt, skulu minnast til at skriva frádráttarupphæddina á donsku sjálvuppgávuna, í teigin "Andre fradrag i den personlige indkomst". Annars verður skattur roknaður av lønarinntøkuni, soleiðis at ársuppgerðin kemur at vísa írestandi skatt.
Um trupulleikar stinga seg upp í sambandi við føroyafrádráttin er møguleiki at venda sær til Ráðgevingina í Føroyahúsinum, sum kann veita hjálp og vegleiðing í hesum sambandi.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo