Skattauppgerðin fyri 2005
Eitt nýtt ár er byrjað og fyri flestu skattgjaldarar kann tí endalig skattauppgerð fyri 2005 gerast.
Toll- og Skattstova Føroya hevur sent øllum skattgjaldarum eitt yvirlit úr fyribilsskattaskránni. Av yvirlitinum framgongur vunnin A-inntøka, goldin A-skattur og forvunnin inntøka. Harumframt framgongur møguliga goldin B-skattur. Tað er tí lætt hjá skattgjaldarunum at meta, um skattur er goldin av øllum inntøkunum í 2005.
Rindan av írestandi skatti frammanundan
Skattgjaldarar, sum vita, at teir skulu gjalda írestandi skatt, t.d. orsakað av, at teir hava havt B-inntøkur, sum ikki eru vorðnar skattaðar, kunnu sleppa undan einum eykagjaldi upp á 4%, um teir rinda írestandi skattin í seinasta lagi 31. januar 2006.
Framskundað skattauppgerð
Øll, sum sambært skattaskránni bert hava A-inntøku, og sum ikki eru skrásett við frádráttum, fáa sendandi eina framskundaða skattauppgerð. Eisini persónar, sum eru eldri enn 16 ár, og sum ikki eru skrásettir at hava A-inntøku, fáa framskundaða skattauppgerð sendandi. Framskundaðu skattauppgerðirnar verða sendar skattgjaldarunum einaferð í februar.
Tey, sum fáa framskundaða skattuppgerð, fáa ikki sjálvuppgávu at fylla út, tí neyðugar upplýsingar eru skrásettar hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Um skattgjaldari, sum fær eina framskundaða skattauppgerð, hevur B-inntøku ella frádráttir, so hevur hann skyldu til at senda inn sjálvuppgávu við hesum upplýsingum. Síðani verður ein nýggj skattauppgerð gjørd við útgangsstøði í røttu upplýsingunum.
Sjálvuppgáva
Teir skattgjaldarar, sum ikki fáa framskundaða skattauppgerð, fáa eina sjálvuppgávu sendandi saman við einum bóklingi, har vegleiðing er til ymsu teigarnar á sjálvuppgávuni.
Øll, sum fáa eina sjálvuppgávu sendandi, skulu lata hana inn aftur. Fyri vanligar skattgjaldarar er innlatingarfreistin 15. mars 2006. Aðrar innlatingarfreistir eru galdandi fyri privat vinnurekandi persónar, sum hava roknskaparskyldu. Innlatingarfreistin hjá einum privatum vinnurekandi, sum er tengd at føðingardegi hansara, kann vera millum 1. apríl 2006 og 15. august 2006.
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Allir skattgjaldarar fáa eisini eina kapitalvinningssjálvuppgávu sendandi. Á hesa sjálvuppgávuna skal upplýsast um allan kapitalvinning, sum í høvuðsheitinum fevnir um vinning og tap við sølu av virðis- og lánsbrøvum umframt rentuinntøkur og vinningsbýti.
Kapitalvinningssjálvuppgávan verður latin inn saman við vanligu sjálvuppgávuni í seinasta lagi hin 15. mars 2006. Tó skulu persónar, sum bert hava rentuinntøkur av innistandandi í føroyskum peningastovni ella postgiro, ikki lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu.
Ognaruppgerð
Ognaruppgerð verður send til skattgjaldarar, sum á fyrsta sinni skulu lata inn sjálvuppgávu, og til øll roknskaparskyldug. Harumframt verður ognaruppgerð send til persónar, sum eru eigarar av einum virki.
Ognaruppgerðin skal latast inn við somu freistum, sum eru galdandi fyri innlating av sjálvuppgávuni.
Av og á verða forprentaðar ognaruppgerðir sendar til allar skattgjaldarar. Orsøkin er, at Toll- og Skattstova Føroya av og á kannar, um skrásettu upplýsingarnar eru rættar.
Írestandi skattur
Vísir skattauppgerðin, at ov lítið er goldið í skatti, verður írestandi skatturin goldin í trimum gjøldum, í mai, juni og juli. Tó verður írestandi skatturin goldin í einum, um upphæddin er undir 1.000 kr. Afturat írestandi skattinum verður lagt eitt eykagjald upp á 4%.
Verður írestandi skatturin ikki goldin rættstundis, verða 0,7% roknað í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjaldsdegnum.
Avlopsskattur
Vísir skattauppgerðin, at ov nógvur skattur er goldin, verður avlopsskatturin útgoldin til skattgjaldaran saman við einum endurgjaldi upp á 4%. Vanliga verður avlopsskatturin útgoldin í sama mánaði, sum skattauppgerðin er send skattgjaldaranum. Avlopsskattur eigur at verða útgoldin áðrenn 1. oktober 2006, og renta verður roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað, sum afturgjaldingin er seinkað.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo