SKATTALÆTTAR V.M. FYRI 2006
Uppskot til um broytingar í ymsum skattalógum er lagt fyri Løgtingið. Um uppskotini verða samtykt hava tey við sær hesar broytingar:
- landsskatturin verður lækkaður fyri persónar, sum eru undir fullari skattskyldu
- skatturin hjá partafeløgum, smápartafeløgum, grunnum v.m. lækkar úr 20% niður í 18%
- barsilsgjaldið hækkar úr 0,25% upp í 0,62%
- inngjaldið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hækkar úr 0,75% upp í 1%
Landsskattur fyri persónar
Landsskatturin verður lækkaður við at gera broytingar í skattatalvuni á tann hátt, at botnfrádrátturin verður hækkaður úr 24.000 kr. upp í 26.000 kr., meðan skattaprosentini verða lækkað fyri 3 av teimum 4 inntøkubólkunum í skattatalvuni.
Skattalættin merkir, at landsskatturin fyri árið 2006 verður roknaður soleiðis:
Er inn- | men mini | verður |
| og av |
26.000 | 70.000 | 0 | 26.000 | 7,0% |
70.000 | 120.000 | 3.080 | 70.000 | 18,0% |
120.000 | 205.000 | 12.080 | 120.000 | 22,0% |
205.000 |
| 30.780 | 205.000 | 34,0% |
Av viðmerkingunum til lógaruppskotið framgongur, at ætlaða skattalækkingin tekur støði í samgonguskjalinum. Sagt verður tó eisini, at skattalækkingin skal skapa møguleika fyri, at kommunurnar kunnu hækka sínar inntøkur fyri at fíggja tey øki, sum eru løgd út til kommunurnar at umsita.
Harumframt skal skattalækkingin eisini skapa møguleika fyri, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum einsamallir fíggja barsilsskipanina. Ætlanin er, at barsilsgjaldið verður hækkað, samstundis sum lækkingin í landsskattinum verður framd. Ætlaða broytingin í barsilsgjaldinum verður lýst nærri niðanfyri.
Skattalækkingin skal eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2006.
Partafelagsskattur v.m.
Partafelagsskatturin, sum seinnu árini hevur verið 20%, skal lækkast niður í 18%.
Sambært lógaruppskotinum skal lækkingin av partafelagsskattinum vera ein kompensatión fyri, at inngjøldini hjá arbeiðsgevarunum til barsilsskipanina hækka. Ætlaða broytingin í barsilsgjald-inum verður lýst nærri niðanfyri.
Partafelagsskatturin skal broytast við virknaði fyri inntøkuárið 2006 og frameftir.
Barsilsskipanin
Síðani barsilsskipanin varð sett í verk, hevur avvarðandi landsstýrismaður havt ábyrgdina av umsitingini av skipanini, meðan fíggingin er fingin til vega frá bæði landskassa og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Sambært viðmerkingunum til fyriliggjandi lógaruppskot er ætlanin, at barsilsskipanin skal verða umsitin og fíggjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Í fyrstu atløgu er tað tó bert fíggingin, sum verður løgd til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta verður ítøkiligt framt við at hækka barsilsgjaldið úr 0,25% til 0,62%.
Hækkaða barsilsgjaldið hevur við sær meirútreiðslur fyri tey, sum eru gjaldsskyldug til skipan-ina, t.v.s. allar løntakarar og privatar og almennar arbeiðsgevarar. Tað verður sagt í viðmerking-unum til lógaruppskotið, at sum kompensatión fyri hækkaða barsilsgjaldið verður partafelags-skatturin lækkaður úr 20% til 18%.
Broytingin skal eftir ætlan koma í gildi hin 1. januar 2006.
Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin
Um lógaruppskotið verður samtykt, hækkar inngjaldið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin úr 0,75% til 1,0%. Eins og higartil, verður inngjaldið hjá løntakarum roknað í mun til skatt¬skyldugu inntøkuna, og hjá arbeiðsgevarum í mun til útgoldnar A-inntøkur.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður sagt, at broytingin er ein liður í ætlanunum hjá samgong-uni at endurnýggja pensjónsskipanina í Føroyum og at tryggja pensjónistum eitt betri pensjóns-grundarlag.
Tað verður mett, at hækkaða inngjaldið viðførir, at mánaðarliga útgjaldið í 2006 verður umleið 1.200 kr., sum er ein týðandi hækking í mun til mánaðarliga útgjaldið í 2005 upp á 910 kr.
Hækkingin í inngjaldinum fær virkna frá 1. januar 2006.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo