Kunning

Skattafríur koyripeningur

Fíggjarmálaráðið hevur broytt upphæddina, sum løntakarar kunnu fáa í skattafríum endurgjaldi fyri nýtslu av egnum bili í arbeiðsørindum. Frá 1. apríl 2007 kunnu løntakarar fáa 3,20 kr. í skattafríum endurgjaldi fyri hvønn kilometur.


Frá 2,90 kr. til 3,20 kr.


Gjøld, sum tað almenna hevur fyriskipað einans til at gjalda kostnað av almennum ella embætisligum starvi, eru skattafrí sambært skattalógini. Herundir koma eisini endurgjøld fyri nýtslu av egnum bili í arbeiðsørindum. Skattalógin ásetur eisini, at tilsvarandi gjøld frá loyvishavandi og privatum virkjum somuleiðis eru skattafrí.

Hetta merkir, at endurgjøld til løntakarar fyri nýtslu egnum bili í arbeiðsørindum eru skattafrí, um tey samsvara við tey endurgjøld, sum tað almenna hevur ásett fyri síni starvsfólk. Í nógv ár hevur skattafría upphæddin verið 2,90 kr. fyri hvønn kilometur sambært rundskrivi frá Toll- og Skattstovuni.

Fíggjarmálaráðið hevur nú ásett, at almenn starvsfólk frá 1. apríl 2007 kunnu fáa 3,20 kr. í endurgjaldi fyri hvønn kilometur. Harvið kunnu allir aðrir løntakarar eisini fáa 3,20 kr. í endurgjaldi fyri hvønn kilometur frá 1. apríl 2007, tá ásetingin í skattalógini vísir til reglurnar, sum eru galdandi fyri almenn starvsfólk.


Treytir fyri skattafríum endurgjaldi


Skattafrí endurgjøld kunnu rindast løntakara, um hann nýtir egnan bil í arbeiðsørindum fyri arbeiðsgevaran. Koyring við egnum bili millum heim og arbeiðsstað verður ikki roknað sum koyring í arbeiðsørindum. Um arbeiðsgevari rindar løntakara endurgjald fyri koyring millum heim og arbeiðsstað, er upphæddin skattskyldug inntøka og skal ávísast um A-skattaskipanina.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at hava eftirlit við, at endurgjøld til løntakarar lúka treytirnar fyri skattafrítøku. Arbeiðsgevarar eiga tí bert at rinda skattafrí endurgjøld sambært uppgerðum frá løntakarum, og skulu hesar uppgerðir verða til taks í bókhaldi arbeiðsgevarans. Um arbeiðsgevari rindar løntakara fasta samsýning fyri nýtslu av egnum bili, er upphæddin skattskyldug inntøka og skal ávísast um A-skattaskipanina.

Skattafrí endurgjøld til løntakarar fyri nýtslu av egnum bili skulu gjaldast afturat lønarinntøkuni. Arbeiðsgevari hevur ikki loyvi til at mótrokna skattafrí endurgjøld til løntakara í útgoldnari A-inntøku.

Skattafrí endurgjøld fyri nýtslu av egnum bili kunnu bert útgjaldast til løntakarar. Sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu ikki nýta reglurnar um skattafrí endurgjøld fyri nýtslu av egnum bili. Sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu frádraga bilútreiðslur í teirra roknskapi og síðani javna fyri eginnýtslu.


Upplýsingar til Toll- og Skattstovuna


Arbeiðsgevarar, sum rinda skattafrí endurgjøld til løntakarar fyri nýtslu av egnum bili, skulu á hvørjum ári senda Toll- og Skattstovuni upplýsingar hesum viðvíkjandi. Í byrjanini av hvørjum ári sendir Toll- og Skattstovan lønaravrit til allar arbeiðsgevarar. Hetta lønaravritið skal sendast aftur til Toll- og Skattstovuna innan 31. januar við upplýsingum um m.a. skattafrí endurgjøld til løntakarar.

Løntakarar, sum móttaka skattafrí endurgjøld fyri nýtslu av egnum bili, nýtast ikki at upplýsa um hetta á sjálvuppgávu ella fyribilsskattaskrá.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samban við, ella

Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo

Jákup Jacobsen
Tlf. nr. 34 34 63
jjacobsen@spekt.fo