Sethúsabygging og mvg
Toll- og Skattstova Føroya hevur í nýggjari vegleiðing boðað frá, at mvg-frítøkan á lønum eisini er galdandi fyri latingar til eitt byggifelag um hesin hevur fingið fulltrú frá sethúsaeigara at gera avtalur hansara vegna.
Síðani ársbyrjan 1998 hevur løn til bygging og umvæling av egnum bústaði verið frítikin fyri meirvirðisgjald. Síðani reglan varð sett í gildi hevur hon elvt til nógvar ivaspurningar, tí tað í fleiri førum hevur verið ógreitt, hvussu reglan skal umsitast.
Ein av stóru ivaspurningunum hevur verið, um ein byggifelag, ið stendur fyri eini sethúsabygging, kann lata vera við at leggja meirvirðisgjald á lønir av arbeiði, sum er framt av undirveitarum.
Tá ið ein byggifelag stendur sum høvuðsfyriskipari av eini sethúsabygging er ikki óvanligt, at undirveitarar sum t.d. timburhandlar, vindeygaframleiðarar, el- og VVS-fyritøkur o.a. senda rokningar fyri latnar vørur og veittar tænastur til byggifelagið og ikki beinleiðis til privatpersónin, sum fær húsini bygd.
Eingin ivi hevur verið um, at um nevndu undirveitarar senda rokningar beinleiðis til privatpersónin, sum fær húsini bygd, so skal í flestu førum einki meirvirðisgjald leggjast á lønirnar. Tað kann tykjast sum verandi í stríð við ætlanina við lógargreinini, um meirvirðisgjald skal leggjast á lønir viðvíkjandi somu vørum og tænastum, bert av teirri orsøk, at rokningarnar verða sendar umvegis eitt byggivirki, tí í síðstu atløgu er tað jú privatpersónurin, ið fær húsini bygd ella umvæld, sum ber allan byggikostnaðin.
Nýggj vegleiðing
Fyri at greiða nøkur av ivamálunum hevur Toll- og Skattastova Føroya nýliga gjørt eina vegleiðing um hvussu skal farast fram, tá ið eitt byggivirki byggir eini sethús ella íbúð fyri ein privatpersón.
Í nevndu vegleiðing verður um frítøkuregluna í meirvirðisgjaldslógini sagt, at: "Endamálið við litra l, tá løgtingið samtykti ásetingina, var, at sethúsaeigari ikki skal rinda mvg av lønum í sambandi við umvæling og bygging av egnum bústaði. Orðingin er breið, og tað sama eru viðmerkingarnar til lógarbroytingina. Tískil tekur greinin eisini støðu til sethúsaeigarar, sum geva øðrum fulltrú at umvæla ella byggja teirra bústað. Hetta merkir, at um privatpersónur (sethúsaeigari) gevur øðrum persóni fulltrú at representera hann í øllum liðum í gerð ella umvæling av húsum til egnan bústað, ja so eru vit enn í litra l, tí fulltrúin traðkar í støðuna hjá sethúsaeigaranum."
Tað nýggja í vegleiðingini er, at Toll- og Skattstova Føroya nú undir ávísum treytum góðtekur, at undirveitarar kunnu lata vera við at leggja meirvirðisgjald á arbeiðslønir, tá ið teir senda rokningar til byggivirki, sum standa fyri sethúsabyggingum og -umvælingum.
Treytirnar fyri frítøkuni eru, at byggifelagið byggir fyri fremmanda rokning og at eigarin av bústaðnum hevur givið byggivirkinum fulltrú at gera avtalur hansara vegna.
Bygging fyri fremmanda rokning
Nýggja vegleiðingin er bert galdandi í teimum førum, tá ið eitt byggifelag byggir fyri fremmanda rokning, tað vil siga bygging, har sethúsaeigari hevur ognarrættin til húsini, áðrenn byggiarbeiðið fer í gongd. Ognarrætturin verður mettur at fara yvir til húsaeigaran, tá ið hesin skrivar undir eitt nú eina keypsavtalu, eitt treytað skeyti ella ein avtalu.
Byggifeløg, sum byggja sethús, íbúðir ella líknandi fyri egna rokning (tað vil siga, at byggingin er byrjað, áðrenn húsið/íbúðin verður seld) skulu framvegis leggja meirvirðisgjald á lønarpartin.
Fulltrú
Skal ein undirveitari kunna gera nýtslu av reglunum um ikki at leggja meirvirðisgjald á lønarpartin, er tað ein treyt, at tann, sum letur húsini byggja ella umvæla, gevur byggifelagnum fulltrú at umboða seg í øllum liðum í sambandi við gerð ella umvæling av húsum til egnan bústað.
Tað er harumframt ein treyt, at byggifelagið boðar undirveitarum frá síni fulltrú, eins og tað skal vera greitt, at møguligir manglar av tænastu frá undirveitara er træta millum sethúsaeigara og undirveitaran.
Eru nevndu treytir loknar, skal undirveitari ikki leggja meirvirðisgjald á arbeiðslønir, hóast rokning verður send til byggifelagið og ikki beinleiðis til sethúsaeigarin. Á rokningina skal undirveitarin tó tilskila navnið á sethúsaeigaranum, matr.nr. á sethúsaognini ella líknandi.
Toll- og Skattstova Føroya broytt áskoðan
Higartil hevur Toll- og Skattstova Føroya havt ta áskoðan, at í sambandi við bygging og umvæling av egnum bústaði er meirvirðisgjaldsfrítøkan á lønum bert galdandi, um veitarar av vørum og tænastum hava stílað rokningina beinleiðis til eigarin av bústaðnum.
Avtala, sum er gjørd millum ein byggifelag og ein undirveitara, hevur hinvegin vorðin mett at vera ein avtalu millum tvey vinnurekandi, sum ikki gevur rætt til frítøku fyri meirvirðisgjald á løn.
Í nýggju vegleiðingini vísir Toll- og Skattstova Føroya á, at við at nýta reglurnar um fulltrú kann ein privatpersónur lata eitt byggifelag standa fyri sethúsabygging og –umvæling, uttan at rætturin til mvg-frítøku á lønum harvið fellur burtur.
Við nýggju vegleiðingini hevur Toll- og Skattstova Føroya beint burtur nakrar ivaspurningar, sum hava verið ørkymlandi fyri byggivinnuna eins væl og fyri sethúsaeigarar.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo