Kunning

Samsýning til dómarar og venjarar

Ítróttarfeløg kunnu nú gjalda dómarum, venjarum og øðrum hjálparfólki innan ítróttina upp til 15.000 kr. árliga skattafrítt.

Løgtingið hevur samtykt broyting í skattalógini viðvíkjandi skattaviðurskiftunum hjá dómarum, venjarum og øðrum hjálparfólkum innan ítróttina. Broytingin viðførir, at samsýningar til nevndu persónar eru skattafríar, um hesar samsýningar ikki fara upp um 15.000 kr. um árið. Í viðmerkingunum til lógarbroytingina verður víst á, at talan er um fólk sum brúka orku og frítíð til at leiða og venja og annars eru við til at lyfta ítróttina longur fram, ungdómi og fólkaheilsu annars at gagni.

Higartil hava skattaviðurskiftini hjá persónum innan ítróttina verið heldur ógreið. Í 1991 gav Líkningarráðið loyvi til, at ávísar samsýningar til dómarar og venjarar hjá ungdómsliðum kundu haldast uttanfyri skattskyldugu inntøkuna. Sambært hesum kundu dómarar fáa 200 kr. fyri hvønn dyst, tó hægst 2.000 kr. um árið. Ungdómsvenjarar kundu fáa upp til 4.000 kr. um árið. Skattafrítøkan var treytað av, at ÍSF hevði eftirlit við, at øll ítróttarfeløg sendu roknskap inn til Toll- og Skattstovu Føroya. Henda treytin hevur verið trupul at hildið, umframt at skattafríu upphæddirnar frá 1991 ongantíð eru dagførdar.


Í mesta lagi 15.000 kr. um árið


Við nýggju reglunum er beinleiðis ásett í skattalógini, at samsýning til dómarar og linjuverjar, umframt venjarar, leiðarar og onnur hjálparfólk hjá ítróttarfeløgunum, er skattafrí treytað av, at samsýningin ikki fer upp um 15.000 kr. um árið. Um samsýningin fer upp um kr. 15.000 um árið, er øll samsýningin at rokna sum skattskyldug inntøka.

Um ein persónur fær samsýningar fyri fleiri arbeiði innan ítróttina, t.d. um viðkomandi er bæði venjari og dómari, kann hann tó framvegis bert fáa 15.000 til samans um árið í skattafríari samsýning.

Skattafrí samsýning kann bert gevast til dómarar, venjarar og onnur hjálparfólk innan ítróttina. Leikarar eru ikki fevndir av nýggju reglunum um skattafrítøku. Samsýning til leikarar er tískil framvegis skattskyldug inntøka.


Ikki rætt til aðrar skattafríar veitingar

Upphæddin á 15.000 kr. er ætlað at umfata bæði løn og endurgjald fyri útreiðslur. Tískil hava dómarar, venjarar og onnur hjálparfólk, sum fáa skattafríar veitingar sambært nýggju ásetingini í skattalógini, ikki rætt til samstundis at fáa aðrar skattafríar samsýningar sambært skattalógini, t.d. skattafrítt endurgjald fyri at nýta egna telefon ella egnan bil í sambandi við arbeiðið innan ítróttina. Viðkomandi persónar hava heldur ikki rætt til skattafrían tímapening ella dagpening í sambandi við ferðing í Føroyum.

Í sambandi við uttanlandsferðir hjá ítróttarfeløgum kunnu venjarar og hjálparfólk tó framvegis fáa skattafríar veitingar so sum dagpengar og náttarviðbót sambært galdandi almennum satsum, uttan at hetta ávirkar skattafríu upphæddina á 15.000 kr. um árið fyri arbeiði innan ítróttina.


Samsýningin skal gjaldast um afturhaldsskipanina

Hóast tað er ásett, at samsýning upp til 15.000 kr. um árið til nevndu persónar innan ítróttina er skattafrí, skulu tílíkar samsýningar framvegis rindast um afturhaldsskipanina. Tað er sostatt ikki loyvt at flyta tílíkar samsýningar beinleiðis á kontu hjá móttakaranum, ella annars rinda samsýningina "í hondina" á móttakaranum.

Fyri at skattur ikki skal verða eftirhildin, skulu ítróttarfeløg nýta eitt serligt V-tal, tá ið samsýningarnar verða fluttar um afturhaldsskipanina. Serliga V-talið ger, at eingin skattur verður eftirhildin, um samsýningin til tann einstaka persónin ikki fer upp um 15.000 kr. um árið. Ítróttarfeløg kunnu fáa hetta serliga V-talið við at venda sær til Toll- og Skattstovu Føroya.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella

Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo

Jákup Jacobsen
Tlf. nr. 34 34 63
jjacobsen@spekt.fo