Samskatting av feløgum
Meginreglan í føroyskum skattarætti er, at hvørt einstakt felag verður skattað fyri seg. Er skattskylduga inntøkan positiv, skal skattur gjaldast, meðan eitt møguligt skattligt hall kann flytast fram til mótrokning í framtíðar inntøku.
Feløg, ið eru heimahoyrandi í Føroyum, og sum eru partar av einum samtaki (konsern), kunnu tó í ávísum førum velja at verða skattað undir einum. Fyrimunurin við at skatta fleiri feløg undir einum er, at tá kann skattligt hall hjá einum felagi verða mótroknað í skattskyldugari inntøku hjá øðrum feløgum, soleiðis at samlaði skatturin hjá sam¬takinum verður lægri fyri árið. Tá ið fleiri feløg verða skattað undir einum, kunnu skattlig hall sostatt verða nýtt skjótari enn um hvørt felag verður skattað fyri seg.
Skattskylduga inntøkan hjá teimum einstøku feløgunum, sum verða samskattað, verður gjørd upp á sama hátt, sum um talan var um eina vanliga uppgerð. Skattskyldugu inntøkurnar hjá ein¬støku feløgunum verða síðani lagdar saman, og skattur fyri samtakið sum heild verður roknaður av samanløgdu inntøkuni.
Er talan t.d. um trý feløg, A, B og D, í einum samtaki, har skattskyldugu inntøkurnar eru gjørdar upp til ávikavist 100, 450 og -700, so verður samskattingarinntøkan -150 og eingin skattur skal gjaldast fyri árið. Skattliga hallið upp á 150 verður flutt til komandi ár.
Vóru feløgini hinvegin sett í skatt hvør sær, skuldu feløgini A og B goldið ávikavist 20 og 90 í skatti, meðan felagið D vildi havt eitt hall upp á 700 at flyta til komandi ár.
Eitt felag, sum hevur skattligt hall frá tíðini áðrenn ein samskatting byrjaði, kann bert mótroknað hetta hallið í síni egnu skattskyldugu inntøku, og ikki í skattskyldugari inntøku hjá øðrum feløgum í samskattingini. Tað eru við øðrum orðum bert hall, sum verða staðfest, meðan ein samskatting er galdandi, sum kunnu flytast millum samskattað feløg.
Kapitalvinningsinntøka
Samskattað feløg skulu framvegis hvørt í sínum lagi gera eina uppgerð av kapitalvinnings-inntøkuni. Kapitalvinningsinntøkurnar hjá samskattaðu feløgunum skulu ikki leggjast saman, men hesar verða skattaðar serstakt fyri hvørt felagið.
Treytir fyri at fáa loyvi at samskatta feløg
Tað er Toll- og Skattaráð Føroya, sum eftir umsókn gevur loyvi til, at partafeløg og/ella lutafeløg verða samskattað. Tó er galdandi, at fleiri lutafeløg ikki kunnu verða samskattað, men eitt luta¬felag kann vera móðurfelag í einum samtaki, sum verður samskattað.
Treytin fyri at tvey ella fleiri feløg kunnu fáa loyvi at verða skattað undir einum er, at feløgini hava sama roknskaparár og at feløgini eru heimahoyrandi í Føroyum. Konsernfeløg, sum eru heimahoyrandi uttanlands, kunnu sostatt ikki verða partar av eini samskatting í Føroyum. Felag, sum er undir trotabúaviðgerð, fær ikki loyvi til at verða partur av eini samskatting.
Harumframt er tað ein treyt, at allir kapitalpartar í teimum dótturfeløgum, sum skulu samskattast, alt rakstrarárið hava verið ogn hjá antin:
- móðurfelagnum ella
- móðurfelagnum saman við einum ella fleiri av hinum dótturfeløgunum í samskattingini
Umsóknin skal latast inn til Toll- og Skattstovu Føroya í tí økinum, har móðurfelagið er heimahoyrandi. Umsóknarfreistin er dagurin fyri rættstundis innlatan av sjálvuppgávunum hjá feløgunum.
Aðrar ásetingar
Skattur av samskattingarinntøku og rentur í hesum sambandi verða kravd frá móðurfelagnum. Somuleiðis verða møguligar afturgjaldingar av skatti goldnar móðurfelagnum, eisini um hesar stava frá tíðini áðrenn samskattingina.
Feløg, sum eru partar av eini samskatting, bera tó samábyrgd fyri inntøkuskatti v.m. viðvíkjandi tíðarskeiðinum har samskattingin er galdandi. Samskatting er sostatt ikki at meta sum ein konsernálíkning, har skattskyldan verður førd yvir á móðurfelagið í einari konsern.
Á hvørjum ári skal upplýsast um ognarviðurskiftini hjá samskattaðu feløgunum, antin í rokn¬skapi ella serstøkum skjali, sum skal fylgja við sjálvuppgávuni.
Sjálvuppgávur skulu latast inn fyri øll feløgini í eini samskatting. Dótturfeløgini skulu lata inn sjálvuppgávur við teirra serstøku skattskyldugu inntøkum. Sjálvuppgávan skal latast inn í tí økinum, dótturfelagið er heimahoyrandi. Samlaða skattskylduga inntøkan hjá samskattaðu feløgunum verður sett á sjálvuppgávuna hjá móðirfelagnum, sum verður latin Toll- og Skattstovu Føroya í tí økinum, har móðurfelagið hevur heimakommunu.
Um eitt samskattað felag í einum ári fær neyðskuldarsemju ella skuldareftirgeving ella avtala verður gjørd um sjálvbodna skuldarsemju, verður avmarking eftir reglunum í skattalógini bert framd í felagsins egna halli. Um hall framvegis er aftaná eina slíka avmarking, kann restin verða flutt til frádrátt hjá hinum samskattaðu feløgunum.
Uppathald av samskatting
Ein samskatting verður slitin av skattamyndugleikunum, um eitt felag, sum er partur av samskattingini, verður tikið undir trotabúaviðgerð. Samskattingin verður slitin við gildi fyri roknskaparskeiðið, tá freistdagurin sambært § 1 í konkurslógini er.
Samskatting kann eisini enda eftir ynski frá samskattaðu feløgunum, og tá er ikki møguligt at fáa nýtt loyvi til samskatting seinni.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo