Phønix lánsbrøv
SKAT í Danmark hevur boðað frá, at feløg og persónar, sum hava gjørt íløgu í lánsbrøv hjá Phoenix Kapitaldienst GmbH, og sum í hesum sambandi hava verið fyri tapi, kunnu fáa skattaálíkningina tikna upptil nýggja viðgerð.
Avgerðin er eisini áhugaverd fyri føroyskar íleggjarar, sum higartil ikki hava kunnað frádrigið møguligt tap av Phoenix lánsbrøvum. TAKS hevur í hesum sambandi áður boðað frá, at bíðað verður eftir niðurstøðuni frá týsku myndugleikunum, áðrenn støða verður tikin til, hvussu møgulig tap hjá føroyskum íleggjarum skal viðgerast.
Stutt um gongdina í málinum
Frá 1992, og inntil felagið fór á húsagang í 2005, bjóðaði Phoenix Kapitaldienst GmbH viðskiftafólkum at seta pening inn á eina sokallaða Phoenix Managed Account (PMA-kontu). Peningurin frá øllum íleggjarum varð síðani lagdur saman í eina felags pulju, sum Phoenix nýtti til at gera íløgur í egnum navni, men fyri rokning og vága hjá einstøku íleggjarunum.
Eftir øllum at døma vórðu íløgurnar hjá Phoenix gjørdar umvegis konti hjá trimum ymiskum virðisbrævameklarum, og hvønn mánað var síðani gjørt eitt yvirlit, sum varð sent til einstøku íleggjararnar.
Í sambandi við viðgerðina av trotabúnum eftir Phoenix er tað komið fram, at hesi yvirlit, eins og leypandi rentutilskrivingarnar til einstøku íleggjarar, vóru uttan innihald. Frá byrjan av hevur talan sostatt verið um fiktivar rentutilskrivingar, sum einans vóru til á pappírinum.
Skattlig viðgerð av rentutilskrivingum á PMA-kontuni
Rentutilskrivingarnar á PMA-kontuni hava víst seg at verið fiktivar. Í hesum sambandi hevur hægsti rættur í týsklandi tikið avgerð sum eftir øllum at døma viðførir, at krøv frá íleggjarum um útgjalding av tilskrivaðari rentu ikki verða góðkend, hvørki av trotabúnum ella av týska garantigrunnurin fyri íleggjarar (EdW).
SKAT í Danmark hevur í hesum sambandi staðfest, at íleggjararnar í Phoenix ongantíð hava vunnið nakran endaligan rætt til rentuinntøkur av teirra íløgum, og hava teir tískil heldur ikki móttikið nakra skattskylduga inntøku. Persónar og feløg, sum hava uppgivið rentuinntøku frá Phoenix, fáa í hesum sambandi loyvi til at fáa álíkningarnar fyri viðkomandi ár broyttar, soleiðis, at skattskylduga inntøkan verður lækkað við uppgivnu rentuinntøkuni frá Phoenix.
Frádráttur fyri tap av innskoti á PMA-kontu
SKAT í Danmark hevur eisini avgjørt, at tap av innskoti á PMA-kontuna skal viðgerast eftir reglunum í donsku Kursgevinstlógini, sum í ávísan mun svarar til føroysku kapitalvinningsskattalógina.
Eftir at hava gjørt eina samlaða meting út frá øllum fyriliggjandi upplýsingum hevur SKAT í Danmark góðkent, at 50% av krøvunum hjá hvørjum einstøkum íleggjara longu nú kunnu staðfestast sum endaliga mist, og kunnu íleggjarar harvið longu nú frádraga hetta tapið í skattskyldugu inntøkuni.
Frádráttarloyvda tapið skal tó lækkast við møguligum útgjaldingum frá týska garantigrunninum fyri íleggjarar (EdW). Harafturat skal frádráttarloyvda tapið eisini lækkast við hevingum á PMA-kontuni, sum ikki verða umstoyttar av trotabúnum.
Uppafturtøka av álíkningum fyri eldri ár
SKAT í Danmark hevur avgjørt, at viðvíkjandi uppgivnari rentuinntøku kunnu álíkningar fyri eldri ár takast upp til nýggja viðgerð við tilvísing til, at grundarlagið fyri skattauppgerðini er broytt eftir, at inntøkuárið endaði. Harvið kunnu álíkningar fyri eldri ár takast upp til nýggja viðgerð uttan at neyðugt er at taka atlit til møguligar fyrningarreglur.
Hesin møguleiki fyri at síggja burtur frá fyrningarreglum finst eisini í § 25b í føroysku lógini um Toll- og Skattafyrisiting, tó so at reglan bert er galdandi fyri inntøkuár frá 2002 og frameftir. Fyri inntøkuár, eldri enn 2002, eru reglurnar í Lóg om forældelse af visse fordringer (1908-lógin) galdandi.
Hvørja støðu hevur TAKS ?
Í tíðindaskrivi dagf. 26. juni 2006 hevur TAKS boðað frá, at bíðað var eftir niðurstøðuni frá týsku myndugleikunum áðrenn støða varð tikin til hvussu møgulig tap hjá føroyskum íleggjarum skulu viðgerast. TAKS gjørdi í hesum sambandi vart við, at tap kundi frádragast í skattskyldugu inntøkuni, tá ið tapið var ásannað (realisatiónsprinsippið).
Í hesum tíðindaskrivi frá TAKS varð ikki tikið støða til hvussu møgulig uppgivin renta frá PMA-kontuni skal viðgerast.
Síðani tann 26. juni 2006 hevur TAKS ikki sent út nakra almenna fráboðan um skattligu viðgerðina av íløgum í Phoenix virðisbrøv.
Tað skal havast í huga, at nevnda tíðindaskriv frá TAKS er frá 2006, tá ið stór óvissa framvegis valdaði um hvat ið veruliga var farið fram í Phoenix. Hóast ávís ivamál framvegis eru, eru stórir partar av málinum nú vorðnir munandi greiðari síðani 2006. Tað er eisini hetta sum hevur viðført, at SKAT í Danmark nú hevur melda greitt út, hvussu skattliga viðgerðin skal verða í Danmark.