Navnabroyting til SPEKT
Av praktiskum grundum hava vit valt at broyta okkara tilknýti til KPMG-International frá fullum limaskapi til eitt leysari tilknýti. Nýggja tilknýtið kallast “Corresponding firm of KPMG International, a Swiss Cooperative”. Broytingin er galdandi frá 1. januar 2005.
Størsti parturin av okkara uttanlandssamskifti er við ella umvegis Danmark og hini Norðurlondini. Vit hava eina serliga samstarvsavtalu við KPMG í Danmark, sum heldur fram óbroytt.
Felagið verður frá 1. januar 2005 rikið undir navninum SPEKT statsaut. revisorar Sp/f.
Nýggja navnið og leysari tilknýtið til KPMG fáa ongan praktiskan týdning fyri okkara kundar, starvsfólk og viðskiftafólk annars. Tær tænastur, sum vit bjóða, halda fram óbroyttar.
SPEKT er skynsemi og hygni. At vera skilagóður og umhugsin. Tilsamans umboða hesi orðini tað, sum vit standa fyri.