Kunning
21-06-2018

Herd krøv um rættstundis innlating av ársfrásøgn til Skráseting Føroya

Sambært § 138 í ársroknskaparlógini skulu ársfrásagnir sendast til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað.

Mannagongdin er í dag, at um ársfrásøgnin ikki er latin inn, tá ið freistin er farin, fær felagið eina áminning við einari freist á 4 vikur. Um ársfrásøgnin ikki er latin inn, áðrenn hendan freistin er farin, verður felagið sent skiftirættinum til avtøku.

Frá 1. juli 2018 verður hendan mannagongdin broytt soleiðis:

Viðvíkjandi bót

Um ársfrásøgnin ikki verður latin inn rættstundis, fer Skráseting Føroya, við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini, at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda eitt avgjald.

Hevur felagið stjóra og nevndarlimir, verða nevndarlimirnir persónliga álagdir at rinda.

Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið. Viðkomandi leiðslulimur ábyrgjast persónliga fyri avgjaldið.

Tað vil siga:

Um fyritøkan ikki letur ársfrásøgnina inn til tíðina, fær hon ein rykkjara. Um fyritøkan letur ársfrásøgnina inn áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt.

Heldur fyritøkan ikki nýggju freistina, verður álagt eitt avgjald á 500 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.

Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. juli verður avgjaldið 2.000 kr.  í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.

Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. august, verður avgjaldið 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni.

Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, verður kravið sent til pantingar.

Viðvíkjandi avtøku:

Skráseting Føroya fer framhaldandi, við heimild í § 150, stk. 3 í ársroknskaparlógini, og § 226 jvb. § 225 í vinnufelagslógini, at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt.