Kunning
15-02-2018

Heildarloysn til bókhald og roknskap

Heildarloysnin kann t.d. verða, at SPEKT:

  • førir bókhaldið fyri teg
  • avgreiðir mvg’ið
  • setur ársroknskapin og skattaroknskapin upp
  • ger tilfarið um til xbrl-format
  • letur tilfarið inn til Skráseting Føroya og Taks

SPEKT kann verða tín sparringspartnari og veita dygdargóða ráðgeving í øllum vinnuligum viðurskiftum.

SPEKT kann umsita alt samskifti við viðkomandi stovnar sum Taks og Skráseting Føroya og avgreiða tíni roknskapar- og skattaviðurskifti.

Ring ella send okkum ein teldupost og fáa eitt óbindandi tilboð uppá eina loysn, sum er skraddaraseymað til títt felag.

Lætt og ómakaleyst

Fyri feløg sum sjálvi føra bókhaldið, kann SPEKT:

  • seta ársroknskap upp samsvarandi ársroknskaparlógini
  • seta skattauppgerð samsvarandi krøvunum frá Taks
  • avgreiða tilfarið til Skráseting Føroya og til Taks

Við at lata SPEKT gera hetta arbeiðið, vísir felagið umheiminum,
at ein óheftur partur hevur verið við í uppsetanini.