Frítt telesamskifti frá arbeiðsgevara
Virðið av ókeypis nýtslu av telesamskifti frá arbeiðsgevara, herundir frí telefon og frítt internet samband er at rokna sum skattskyldug inntøka hjá starvsfólkum. Fyri árið 2007 hevur Toll- og Skattaráð Føroya ásett skattskylduga virðið av fríum telesamskifti til 5.000 kr.
Hvat meinast við frítt telesamskifti
Telesamskifti umfatar fastnettelefon, fartelefon og internet samband. Frítt telesamskifti fyriliggur, tá ið arbeiðsgevari letur starvsfólk nýta telefon ella internet samband heilt ella partvís ókeypis.
Um starvsfólk nýtir egna telefon í arbeiðsørindum, kann arbeiðsgevarin endurrindað starvsfólkinum 2.380 kr. skattafrítt um árið. Endurgjald sum er hægri enn 2.380 kr. um árið verður skattað sum frítt telesamskifti.
Reglurnar um frítt telesamskifti eru bert galdandi, tá ið talan er um viðurskifti millum starvsfólk og arbeiðsgevara. Sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu ikki nýta ásetingarnar um frítt telesamskifti. Sjálvstøðugt vinnurekandi frádraga útreiðslur til telesamskifti í teirra roknskapi, og javna síðani fyri eginnýtslu.
Skattskylduga virðið
Skattskylduga virðið hjá starvsfólki av fríum telesamskifti frá arbeiðsgevara er 5.000 kr. um árið, um arbeiðsgevarin hevur goldið fyri telesamskifti fyri alt árið. Um arbeiðsgevarin bert hevur goldið fyri telesamskifti hjá starvsfólkinum ein part av árinum lækkar skattskylduga virðið samsvarandi. Skattskylduga virðið av fríum telesamskifti kann tó ongantíð vera hægri enn veruligu útreiðslurnar hjá arbeiðsgevaranum í árinum.
Um starvsfólk hevur meira enn eina fría telefon frá arbeiðsgevara, t.d. bæði fastnettelefon og fartelefon, ella um starvsfólk hevur bæði fría telefon og frítt internet samband, skal starvsfólkið tó bert skattast av 5.000 kr. um árið.
Virðið av fríum telesamskifti frá arbeiðsgevara er skattskyldug inntøka hjá starvsfólki, og skal uppgevast á sjálvuppgávuni sum B-inntøka á hvørjum ári. Starvsfólk hava eisini skyldu til at uppgeva virðið av fríum telesamskifti á fyribilsskattaskrá, soleiðis at rættur fyribilsskattur verður goldin í árinum.
Starvsfólk rindar arbeiðsgevaranum fyri telesamskifti
Um starvsfólkið sjálvt rindar ein part av útreiðslunum til telesamskifti, t.d. sum eitt fast mánaðargjald til arbeiðsgevaran, skal skattskylduga virðið av fríum telesamskifti lækkast við hesi upphædd. Um starvsfólkið rindar 3.000 kr. um árið til arbeiðsgevaran fyri telesamskifti, skal starvsfólkið bert skattast av 2.000 kr. (5.000 - 3.000). Um starvsfólkið rindar 5.000 kr. um árið til arbeiðsgevaran fyri telesamskifti, skal tað ikki skattast av fríum telesamskifti.
Starvsfólkið hevur útreiðslur til egna telefon ella internet
Starvsfólk kunnu lækka skattskyldugu upphæddina av fríum telesamskifti við teimum útreiðslum, sum tey í árinum sjálvi hava havt til egna telefon ella egið internet samband. Hevur starvsfólk t.d. havt fría fartelefon frá arbeiðsgevara alt árið, er skattskylduga virðið sum útgangsstøði 5.000 kr. Men um starvsfólkið hevur goldið meira enn 5.000 kr. fyri egna fastnettelefon ella fyri egið internet samband, skal starvsfólkið ikki skattast av fríum telesamskifti, hóast tað hevur havt fría fartelefon alt árið.
Báðir hjúnafelagar í einum húski hava frítt telesamskifti
Í teimum førum tá ið báðir hjúnafelagar í einum húski hava frítt telesamskifti frá teirra arbeiðsgevarum, kann virðið av fríum telesamskifti javnast soleiðis, at hjúnini til samans bert rinda skatt av 5.000 kr. Um tey harafturat hava goldið fyri egna telefon ella egið internet samband, kann samlaða virðið av fríum telesamskifti hjá báðum hjúnum eisini lækkast við hesum útreiðslum.
Um báðir hjúnafelagar í einum húski hava fría fartelefon frá teirra arbeiðsgevarum, umframt frítt internet samband, men sjálvi hava goldið minst 5.000 kr. í árinum fyri egna fastnettelefon í heimi teirra, skal hvørgin teirra skattast av fríum telesamskifti.
Starvsfólk sum rinda fyri egna telefon ella egið internet samband, hava sjálvi skyldu til at prógva fyri Toll- og Skattstovuni, at tey hava útreiðslur, sum kunnu mótroknast í skattskylduga virðinum av fríum telesamskifti.
Serregla fyri fartelefonir
Toll- og Skattstovan hevur í rundskrivi ásett eina serreglu fyri fartelefonir. Ókeypis nýtsla hjá starvsfólki av fartelefonum verður sum útgangsstøði skattað sum omanfyri greitt frá, men um starvsfólkið einans nýtir fartelefonina til endamál í sambandi við arbeiðið, ella um fartelefonin er neyðug fyri at kunna útinna arbeiðið, t.d. í sambandi við tilkalluvaktir, skal starvsfólkið ikki skattast av fríari telefon.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samban við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo
Jákup Jacobsen
Tlf. nr. 34 34 63
jjacobsen@spekt.fo