Kunning

Frítøka fyri AM-gjaldi í Danmark

Føroyingar, sum gjalda skatt í Danmark, gjalda í flestu førum eisini danskt arbeiðsmarknaðargjald (AM-gjald) umframt vanligan skatt. Í danskari lóg finst tó ein serregla, sum frítekur allar persónar við bústaði í Føroyum fyri at gjalda AM-gjald í Danmark.

AM-gjald eftir donskum reglum
Í Danmark skulu nærum øll, sum fáa inntøku sum løntakari ella sjálvstøðugt vinnurekandi, gjalda AM-gjald av skattskyldugu inntøkuni. Seinastu árini hevur gjaldið verið ásett til 8% av skattskyldugu inntøkuni. Hetta er sum útgangsstøði eisini galdandi fyri útlendingar, sum eru skattskyldugir í Danmark av lønarinntøku ella inntøku sum sjálvstøðugt vinnurekandi.

Av tí at AM-gjaldið ikki verður roknað sum ein skattur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum, hava føroyingar, sum hava goldið AM-gjald í Danmark, ikki kunna mótroknað hetta gjald í skatti ella arbeiðsmarknaðargjøldum í Føroyum. Í veruleikanum hava nógvir føroyingar tískil goldið arbeiðsmarknaðargjald av somu inntøku bæði í Føroyum og í Danmark.

Frítøka hjá føroyingum
Tað finst tó ein serregla fyri føroyingar í donsku lógini um AM-gjøld. Henda regla ásetur, at føroyingar ikki skulu gjalda AM-gjald í Danmark av inntøkum, sum Føroyar sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum hava rætt til at skatta.

Hetta merkir í veruleikanum, at ein og hvør persónur, sum hevur bústað í Føroyum, er frítikin fyri at gjalda AM-gjald í Danmark.

Orsøkin til hetta er, at Føroyar sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum kunnu skatta allar inntøkur hjá persónum, sum hava teirra veruliga bústað í Føroyum. Hetta er galdandi uttan mun til um talan er um inntøku, sum eisini verður skattað í øðrum norðurlandi ella ikki. Verður inntøkan samstundis skattað í øðrum norðurlandi, geva Føroyar ein nærri ásettan frádrátt í føroyska skattinum.

Av tí at Føroyar sostatt altíð kunnu skatta inntøkur hjá persónum, sum hava teirra veruliga bústað í Føroyum, eru hesir persónar samstundis frítiknir fyri at gjalda AM-gjald í Danmark.

Orsøkin til hesa frítøku fyri føroyingar er, at Føroyar, sum partur av danska kongaríkinum, ikki kunnu gera millumtjóða avtalu við Danmark um frítøku fyri sosial gjøld. Av hesi orsøk er frítøkan fyri føroyingar í staðin innsett beinleiðis í donsku lógina um AM-gjøld.

Galdand frá 1. januar 2011 er frítøkan hjá føroyingum fyri AM-gjald í Danmark avtikin.


Hvørjar persónar er talan um?
Frítøkan er galdandi fyri allar persónar, sum hava teirra veruliga bústað í Føroyum, meðan teir hava fingið inntøkur úr Danmark. Tað eru ásetingarnar í norðurlendska tvískattasáttmálanum, sum gera av, í hvørjum landi ein persónur hevur sín veruliga bústað.

Persónar, sum ikki hava teirra veruliga bústað í Føroyum, men sum framvegis hava fulla skattskyldu í Føroyum, t.d. føroysk lesandi í Danmark, eru ikki umfatað av frítøkuni.

Dømi um persónar, sum kunnu vera umfataðir av frítøkuni, eru:

• føroyingar, sum arbeiða fyri danskan arbeiðsgevara
• føroyingar, sum arbeiða fyri føroyskan arbeiðsgevara, sum er skattskyldugur í Danmark
• føroyingar, sum eru útleigaðir til danskan arbeiðsgevara
• føroyingar, sum fáa inntøku av sjálvstøðugari vinnu í Danmark
• føroyingar, sum útleiga fasta ogn í Danmark


Hvussu kunnu persónar fáa AM-gjald afturgoldið ?

Persónar, sum hava goldið AM-gjøld í Danmark, meðan teir hava havt bústað í Føroyum, kunnu venda sær til SKAT í Danmark og biðja um, at álíkningin fyri viðkomandi ár verður broytt soleiðis, at AM-gjaldið verður strikað.

Persónar, sum venda sær til donsku skattamyndugleikarnar, kunnu grundgeva teirra umsókn við at vísa til § 8, stk. 7 í donsku lógini um AM-gjøld (Arbejdsmarkedsbidragsloven).

Persónar, sum ynskja at broyta eina álíkning í Danmark, skulu sum útgangsstøði seta fram umsókn um hetta í seinasta lagi tann 1. mai í fjórða árinum eftir at viðkomandi inntøkuár endaði. Um persónur t.d. ynskir at fáa broytt álíkningina fyri 2007, so skal umbókn verða latin SKAT í Danmark í seinasta lagi tann 1. mai 2011.

Tað skal leggjast afturat, at um føroyingar fáa danska AM-gjaldið afturgoldið, vil hetta viðføra eina ávísa hækking í danska skattinum. Hetta kemst av, at AM-gjald verður frádrigið í skattskyldugu inntøkuni í Danmark áðrenn skatturin verður útroknaður. Í ávísum førum kunnu persónar eisini missa aðrar frádráttir í donsku inntøkuni, tá ið AM-gjaldið verður afturgoldið. Persónar eiga tískil at kanna hetta nærri, áðrenn umsókn verður send til SKAT í Danmark.

Persónar, sum hava goldið AM-gjald í Danmark, eru vælkomnir at seta seg í samband við SPEKT og fáa nærri vegleiðing um hesi viðurskifti.