Eftirlønargjøld av A- og B-inntøkum
Skatta- og Avgjaldskærunevndin hevur tann 30. juni 2016 tikið avgerð um, at eftirlønargjøld skulu gjaldast serstakt av A- og B-inntøkum.
Sambært eftirlønarlógini hevur hvør persónur, sum er fyltur 21 ár og hevur fulla skattskyldu til Føroyar, skyldu at spara saman til egna eftirløn. Fyri 2016 er eftirlønargjaldið ásett til í minsta lagi 2% av A- og B-inntøkuni. Frá 2017 hækkar eftirlønargjaldið við 1% um árið upp til 15% í 2029.
Í hesum sambandi hevur tað verið eitt ivamál, um A- og B-inntøkur skulu leggjast saman, soleiðis, at kravda eftirlønargjaldið verður roknað av samlaðu inntøkuni, ella um kravda eftirlønargjaldið skal roknast serstakt av A- og B-inntøkum hvør sær.
Sum dømi kann nevnast løntakari, sum rindar 12% í eftirløn sambært starvssáttmála við arbeiðsgevaran. Eftirlønargjaldið sambært starvssáttmálanum verður roknað av lønarinntøkuni. Umframt lønarinntøkuna hevur løntakarin eisini B-inntøku av fríum bili frá arbeiðsgevaranum.
Løn um árið | 750.000 |
Virði av fríum bili | 86.900 |
Til samans | 836.900 |
Eftirløn av lønarinntøku (12%) | 90.000 |
Eftirløn í mun til A- og B- inntøku til samans | 10,75% |
Tað framgongur, at eftirlønin av A-inntøkuni er 10,75% av samlaðu inntøkuni, og er sostatt væl hægri enn kravda eftirlønargjaldið í 2016 upp á 2%.
Sambært avgerðini hjá kærunevndini skal viðkomandi í hesum føri tó allíkavæl sjálvur gjalda 2% av virðinum av fríum bili í eftirløn afturat teimum 12%, ið verða rindað í sambandi við lønarinntøkuna. Samlaða eftirlønargjaldið verður tí 90.000 kr. + (2% x 86.900 = 1.738) = 91.738 kr.
Skatta- og Avgjaldskærunevndin vísir í hesum sambandi til, at orðingarnar í eftirlønarlógini mugu skiljast soleiðis, at eftirlønarskyldan fevnir um hvørja inntøku sær, og skal kravda eftirlønargjaldið tí eisini rindast serstakt av B-inntøkuni av fríum bili.
Eftirlønargjaldið av B-inntøkuni, ið løntakarin sjálvur rindar av skattaðum peningi, kann frádragast í skattskyldugu inntøkuni.