Kunning

CISA-góðkenning

Eilev Sivertsen, kt-grannskoðari hjá SPEKT, hevur fingið CISA-góðkenning. CISA-góðkenningin er ein altjóða góðkenning fyri kt-grannskoðarar. CISA-góðkenningin váttar serkunnleika innan grannskoðan av kt-skipanum, kt-leiðslu og kt-trygd.

Krøvini fyri at fáa CISA-góðkenning eru at tú hevur útbúgving, arbeiðsroyndir innan KT-grannskoðan og at tú stendur CISA-próvtøkuna.

Eilev Sivertsen er útbúgvin sivilverkfrøðingur í kunningartøkni og hevur í fleiri ár starvast sum kt-mennari í Danmark. Eilev byrjaði sum kt-granskoðari hjá SPEKT í 2012.

Við CISA-góðkenningini hjá Eilev hevur SPEKT styrkt um sín førleika at grannskoða kt-trygdina hjá fyritøkum og stovnum og at veita ráðgeving um kt-trygd, kt-politikk og kt-váðametingar.