Byrjan av virksemi
SPEKT hevur givið út ein bókling undir heitinum "Byrjan av virksemi". Í bóklingunum eru lýst nøkur týðandi viðurskifti, ið havast skulu í huga, tá farið verður undir vinnuligt virksemi.
Bóklingurin er í fyrsta lagi ætlaður fólki, sum umhugsa at byrja ella stutt síðani eru byrjað uppá vinnuligt virksemi. Viðmerkjast skal, at bóklingurin ikki fevnir um øll viðurskifti av týdningi í sambandi við byrjan av virksemi. Viðurskifti innan einstaka vinnuøkið og viðurskifti hjá tí einstaka persóninum kunnu gera, at ein nærri kanning av viðurskiftunum mugu gerast. Hesum hjálpa vit fegin við til.
Bóklingurin er eisini at finna undir "Bóklingar".