Broytingar í meirvirðisavgjaldslógini (1)
Løgtingið samtykti hin 20. apríl 2005 nakrar broytingar til meirvirðisgjaldslógina. Broytingarnar snúgva seg í stuttum um avgjaldsskylduga virðið í sambandi við sølu av brúktum bátum og meirvirðisgjald av ávísum tænastum, ið verða keyptar í útlondum.
Søla av brúktum bátum
Lógarbroytingin hevur við sær, at framyvir verður einans vinningur við sølu av brúktum bátum undir 5 GT avgjaldsskyldugur. Við hesari broytingini kemur søla av brúktum bátum undir somu áseting, sum er galdandi fyri sølu av brúktum persónmotorakførum og av vøru- og lastmotorakførum.
Meirvirðisgjald av ávísum tænastum, ið verða keyptar í útlondum
Higartil hevur sambært kunngerð verið galdandi, at útlendsk virki skuldu lata seg meirvirðisgjaldsskráseta, um tey árliga seldu ávísar tænastur fyri yvir 20.000 kr. til keyparar í Føroyum, tá seldu tænasturnar vórðu nýttar í Føroyum.
Reglurnar á hesum øki eru nú settar beinleiðis í meirvirðisgjalds- lógina, samstundis sum nakrar broytingar eru gjørdar.
Útleiga av leysafæ
Viðvíkjandi útleigu av leysafæi er ein broyting farin fram sum hevur við sær, at útlendsk virki í øllum førum skulu lata seg meirvirðis- gjaldsskráseta, um útleigað verður í Føroyum fyri yvir 20.000 kr. árliga.
Higartil hevur annars verið galdandi, at meirvirðisgjaldsskráseting ikki hevur verið neyðug, um útleiganin fór fram til skrásett virki í Føroyum, sum kundu fáa afturrindað avgjaldið í síni heild.
Útlendsk virki, sum útleigað leysafæ í Føroyum og sum ikki higartil hava verið meirvirðisgjalds-skrásett, hava nú skyldu til at lata seg skráseta.
Fjarskiftistænastur og útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum
Fjarskiftistænastur og útbreiðsla av útvarps- og sjónvarps- sendingum vóru ikki nevndar í kunngerðini, sum áður hevur verið galdandi. Við lógarbroytingini koma útlendsk virki, sum selja nevndu tænasturnar í Føroyum undir ásetingina um skyldu at lata seg meirvirðisgjalds-skráseta. Fyri hesar tænastur er talan sostatt um eina víðkan av avgjaldsskylduni.
Broyting í skrásetingarskyldu
Sambært nýggju lógargreinini skulu útlendsk virki ikki rinda avgjald av søluni av niðanfyri nevndu tænastum, tá selt verður til skrásett virkir í Føroyum, sum í síni heild kunnu rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið.
- At avhenda heilt ella lutvíst upphavsrættindi, patentrættindi, lisensrættindi, rættindi til vørumerki, felagsmerki og mynstur, og onnur tílík rættindi.
- Tænastur viðvíkjandi reklamu.
- Tænastur frá ráðgevandi virkjum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur; dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum.
- Tænastur frá vikarstovum.
- Skylda til heilt ella lutvíst at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesum stykki nevndu rættindum.
- Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum.
- Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, harímillum tænastur frá ognmeklara, ognarhandlara o.l. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.
- Tiltøk v.m. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking v.m.
- Arbeiði framt á leysafæ her á landi.
- Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi.
- Fjarskiftistænastur.
- Útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum.
Ein líknandi áseting var eisini í teirri higartil galdandi kunngerðini, men samstundis var í aðrari grein ásett, at útlendsk virki tó í øllum førum skuldu lata seg meirvirðisgjaldsskráseta, tá talan var um sølu av tænastum, sum eru nevndar í 7 –10, um árliga sølan var meira enn 20.000 kr.
Henda síðst umrødda greinin í áður galdandi kunngerðini er ikki við framdu lógarbroytingini sett inn í meirvirðisgjaldslógina. Tískil er avgjaldsskyldan hjá útlendskum virkjum viðvíkjandi tænastunum, nevndar í 7 – 10, avmarkað til bert at fevna um sølu til keyparar í Føroyum, sum ikki í síni heild kunnu fáa avgjaldið afturrindað.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo