Broytingar í meirvirðisavgjaldslógini
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur hin 4. november 2005 lagt fram uppskot um broytingar í meirvirðisgjaldslógini.
Uppskotið hevur við sær, at broytingar verða framdar á hesum økjum:
- Í sambandi við, at virksemið hjá Postverki Føroya verður lagt í eitt partafelag, skal meirvirðisgjaldsfrítøkan í galdandi lóg hjá Postverki Føroya leingjast til 31. desember 2008. Frítøkan skal bert vera galdandi fyri tær vørur og tænastur hjá P/F Postverk Føroya, har kapping ikki er við onnur virki.
- Handlar, sum selja brúktar vørur, og har avlopið fer óskert til vælgerandi ella almanna¬gagnlig endamál, skulu ikki meirvirðisgjaldskrásetast viðvíkjandi hesum virksemi.
- Virki, sum reka virksemi við sølu av vørum og tænastum, hava bert skyldu at lata virksemið meirvirðisgjaldskráseta, um árliga sølan er omanfyri 30.000 kr.
Virksemið hjá Postverk Føroya
Higartil hevur virksemið hjá Postverk Føroya verið undantikið avgjaldsskyldu. Nú virksemið hjá Postverki Føroya verður lagt í P/F Postverk Føroya, hava nógvir spurningar verið til galdandi avgjaldsfrítøku.
Við hesum lógaruppskoti verður lagt upp til at leingja galdandi meirvirðisgjaldsfrítøkuna hjá postverkinum til 31. desember 2008. Avgjaldsfrítøkan kemur at fevna um postflutning og tær vørur og tænastur, sum bæði koma undir einkarrættin at geva út frímerki og skyldur at tryggja flutning av posti eftir lógini um postvirksemi.
Frítøkan skal ikki vera galdandi fyri tænastur, sum Postverkið selur í kapping við vinnurekandi virki. Hetta stendur beinleiðis í lógartekstinum í broytingaruppskotinum. Sambært viðmerkingunum til llógaruppskotið, skal henda ásetingin byrgja upp fyri kappingaravlaging.
Endurnýtsluhandil
Meirvirðisgjaldslógin er eisini galdandi fyri sølu av brúktum vørum, og tí er vinnuligt virksemi við sølu av brúktum vørum avgjaldskyldugt.
Endurnýtsluhandlar, sum verða riknir vinnuliga, skulu tí innkrevja og avrokna meirvirðisgjald. Hetta ger seg eisini galdandi, tá endamálið við virkseminum er vælgerandi ella almannagagnligt. Í lógaruppskotinum verður skotið upp, at slíkir handlar skulu verða frítiknir fyri avgjaldsskyldu, um nærri ásettar treytir eru loknar.
Treytirnar fyri avgjaldsfrítøkuna eru hesar:
- at alt avlopið hjá endurnýtsluhandlinum fer óskert til vælgerandi ella á annan hátt almannagagnligt endamál,
- at endurnýtsluhandilin bert selur brúktar vørur, sum hann fær ókeypis,
- at tað bert starvast sjálvboðin og ólønt arbeiðsmegi í endurnýtsluhandlinu
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at í øðrum londum eru vælgerandi endurnýtsluhandlar, ið virka undir nevndu fortreytum, frítiknir fyri avgjaldsskyldu. Tað verður tí mett órímiligt, at landskassin krevur avgjald av slíkum virksemi, har allur vinningurin fer óskerdur til vælgerandi ella almannagagnlig endamál, og øll arbeiðsmegin er sjálvboðin og ólønt.
Skrásetingarskylda
Síðani meirvirðisgjaldslógin varð sett í gildi í Føroyum, hevur upphæddin, sum sigur, nær vinnu¬ligt virksemi er skrásetingarskyldugt, verið 20.000 kr.
Skotið verður nú upp at hækka upphæddina til 30.000 kr., tí núgaldandi upphædd verður mett at vera ov lág, eins og hon verður mett at skapa óneyðuga umsiting.
Í viðmerkingunum til uppskotið verður víst á, at tað serliga eru útróðrarbátar, ið liggja á marki-num, og sum júst koma upp um hesar 20.000 kr., ið skapa meirumsiting. Í nógvum førum eru hesir bátar ikki at meta sum vinnuligir, og tí verður mælt til at fáa eina meiri hóskandi upphædd í meirvirðisgjaldslógina.
Omanfyrinevndu broytingar koma eftir í gildi tann 1. januar 2006.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo