Kunning

Broytingar í kapitalvinningsskattalógini

Løgtingið hevur samtykt at gera broytingar í kapitalvinnings-skattalógini. Framdu broytingarnar hava við sær, at frá 1. januar 2007 verða øll partabrøv skattað eins , at meira symmetri verður í skatting av kapitalvinningi, og at kapitalvinningsskattalógin ikki er vinnuliga avlagandi. Harumframt eru eisini broytingar framdar, sum fyri stóran part eru grundaðar á fyrisitingarligar tillagingar.

Sum útgangsstøði koma broytingarnar í gildi tann 20. mai 2006. Tó hava onkrar av broytingunum virknað frá inntøkuárinum 2006, aðrar hava virknað frá inntøkuárinum 2007, meðan tvær broytingar fáa gildi frá 1. januar 2007.

Niðanfyri verða nakrar av týdningarmestu broytingunum nærri lýstar.


Avtøka av skattafrítøku fyri ávís partabrøv v.m.

Skattafrítøkan fyri partabrøv v.m., sum eru útvegað áðrenn 16. november 2001 (gomul partabrøv) og sum eru eldri enn ávikavist 3 ár (minnilutapartaeigarar) og 10 ár (høvuðspartaeigarar), verður avtikin frá 1. januar 2007 at rokna. Frá nevnda degi skulu vinningur og tap í sambandi við avhendan av øllum partabrøvum, íløguprógvum o.l. roknast við í uppgerðina av kapitalvinningi. Í tíðarskeiðinum frá 20. mai 2006, tá ið lógin kom í gildi, og fram til 1. januar 2007 verða allar avhendanir av "gomlum" partabrøvum skattafríar, eisini um ognartíðin er minni enn 10 ár fyri høvuðspartaeigarar.

Higartil hevur verið galdandi, at partabrøv v.m., sum eru útvegað áðrenn 16. november 2001, ikki hava verið fevnd av vanligu reglunum í kapitalvinningsskattalógini, men ístaðin av serligu skiftisreglunum, sum hava verið galdandi fyri hesi partabrøv. Skiftisreglurnar hava m.a. havt við sær, at ein møguligur skattligur vinningur hevur verið skattafríur, um partabrøvini v.m. eru vorðin seld, tá ið ognartíðin hevur verið meiri enn ávikavist 3 ár og 10 ár fyri minniluta- og høvuðspartaeigarar.

Fyri ikki at skatta við afturvirkandi megi fevnir skattskyldan fyri "gomlu" partabrøvini bert um ta virðisøking, sum verður staðfest 1. januar 2007 ella seinni. Skattafrítøkan á "gomlu" partabrøvunum verður sostatt varðveitt fram til 1. januar 2007, og í tíðarskeiðinum frá 20. mai 2006, tá ið lógin kom í gildi, og fram til 1. januar 2007 verða allar avhendanir av slíkum partabrøvum v.m. skattafríar, eisini um ognartíðin er minni enn 10 ár fyri høvuðspartaeigarar.

Avtøkan av skattafrítøkuni ger tað neyðugt at virðisáseta "gomlu" partabrøvini av nýggjum pr. 31. desember 2006. Virðið hin 31. desember 2006 verður nevniliga skattliga útveganarvirðið, sum skal nýtast í uppgerðini av vinningi ella tapi í sambandi við eina seinni sølu av hesum partabrøvum v.m.

Útgangsstøðið fyri virðisásetingini av partabrøvum v.m. verður virðini, sum standa í roknskapinum pr. 31. desember 2006. Innara virði felagsins verður síðani javnað fyri meir- og minnivirði á ogn og skuld felagsins, íroknað goodwill, fyri at finna eitt mett handilsvirði. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann í kunngerð áseta nærri reglur um, m.a. hvussu nevndu virði skulu gerast upp. Hvørt felag skal gera eina slíka uppgerð og senda hana inn til Toll- og Skattstovu Føroya. Grannskoðari skal vátta uppgerðina.

Fyri partabrøv v.m., sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, verður skrásetta virðið hin 31. desember 2006 nýtt sum skattligt útveganarvirði.

Í staðin fyri at nýta eitt mett handilsvirði ella kursvirði hin 31. desember 2006 kunnu partabrævaeigarar velja at nýta veruliga útveganarvirðið á partabrøvunum v.m. sum skattligt útveganarvirði. Hetta er ein fyrimunur í teimum førum, har veruliga útveganarvirðið er hægri enn metta handilsvirðið/kursvirðið hin 31. desember 2006, tí ein skattskyldugur vinningur harvið verður lægri, meðan tap hinvegin gerst størri. Treytin fyri at kunna nýta veruliga útveganarvirðið er, at hetta verður fráboðað Toll- og Skattstovu Føroya innan 1. oktober 2007.

Frádráttarrætturin fyri tap av partabrøvum v.m. verður í framtíðini avmarkaður til í mesta lagi at vera ájavnur við tapið, sum vildi verið staðfest, um veruliga útveganarvirðið varð nýtt í útrokningini av tapinum. Tað framgongur av viðmerkingunum til lógina, at við hesum avmarkaða frádráttarrætti slepst møguliga undan, at virðisbrøv verða mett til eitt virði, sum er alt ov langt frá veruliga handilsvirðinum.

Nú broytingaruppskotið er samtykt, kann tap upp á "gomul" partabrøv bert dragast frá í tann mun, tapið er størri enn skattafrítt vinningsbýti, sum er útlutað árini frammanundan søluni. Ein tilsvarandi áseting hevur verið galdandi fyri partabrøv, útvegað aftaná 16. november 2001, síðani kapitalvinningsskattalógin kom í gildi í 2001.


Successión í sambandi við arv


Síðani kapitalvinningsskattalógin varð sett í gildi, hevur ivi verið um, hvørt reglurnar um successión við deyða eru galdandi fyri "gomul" partabrøv, t.v.s. um móttakarin av útlutaðu partabrøvunum úr einum deyðsbúgvi skattliga kemur í støðuna hjá tí deyða.

Í lógarbroytingini er hædd tikin fyri hesum ivaspurningi við at seta successiónsreglurnar í gildi við afturvirkandi kraft. Skattgjaldarar, sum hava goldið skatt í sambandi við útlegg frá einum deyðsbúgvi, tí successión ikki varð góðkend, fáa skattin afturrindaðan við at senda umsókn til Toll- og Skattstovu Føroya.


Vinningsbýti og vinningsbýtisskattur

Ein týðandi broyting í kapitalvinningsskattalógini er, at eingin skattur skal gjaldast av vinningsbýti, sum verður útlutað til feløg, grunnar o.o., sum eru fult skattskyldug til Føroyar. Higartil hevur treytin fyri skattafrítøku verið, at ognarparturin í útlutandi felagnum í minsta lagi skuldi vera 25%. Broytingin hevur gildi frá 20. mai 2006 at rokna.

Feløg v.m., sum í ár fáa vinningsbýti frá einum felag, har tey eiga minni enn 25% av partabrøvunum, skulu tískil rinda vinningsbýtisskatt, um útlutanin varð samtykt áðrenn 20. mai 2006. Er útlutanin hinvegin samtykt 20. mai ella seinni, er vinningsbýtið hinvegin skattafrítt.

Ein onnur týðandi broyting í kapitalvinningsskattalógini er, at frá 1. januar 2007 verður skattur ikki roknaður av vinningsbýti, sum eitt móðurfelag nýtir til at gjalda skuld, sum beinleiðis ella óbeinleiðis stavar frá einum skattafríum keypi frá likamligum persóni av partabrøvum í dótturfelagnum.

Ein onnur broyting er, at feløg, sum keypa egin partabrøv, hava skyldu til at afturhalda og gjalda vinningsbýtisskatt av keypinum av egnum partabrøvum.


Mótrokning av halli


Sum nakað nýtt kunnu feløg, grunnar o.o. frá og við inntøkuárinum 2006 taka positivan kapitalvinning við í inntøkuuppgerðina eftir skattalógini, tá ið hendan vísir hall.

Tað verður framvegis ikki møguligt at mótrokna tap eftir kapitalvinningsskattalógini í skattskyldugari inntøku eftir skattalógini.


Frádráttur fyri rentuútreiðslur hjá privatpersónum

Við virknaði fyri inntøkuárið 2006 og frameftir kunnu likamligir persónar trekkja rentuútreiðslur frá av lánum, sum eru tikin í sambandi við keyp av virðisbrøvum. Nevndu rentuútreiðslur kunnu dragast frá í positivum kapitalvinningi, tað vil siga í t.d. rentuinntøkum, vinningsbýti og vinningi frá keypi og sølu av virðisbrøvum og fíggjarkrøvum v.m.

Um ein skattgjaldari ikki hevur positivan kapitalvinning at mótrokna í, kunnu rentuútreiðslurnar flytast fram til frádrátt í kapitalvinningi 5 tey fylgjandi árini. Um frádráttur fyri slíkar rentuútreiðslur ikki er nýttur innan fyri nevnda áramál, fellur frádráttarrætturin burtur.


Aðrar broytingar


Annars hevur samtykta lógin við sær ymsar aðrar broytingar, harav nakrar eru at meta sum fyrisitingarligar tillagingar. Nakrar av broytingunum eru:

Minstaupphædd fyri skatting av vinningi og tapi av fíggjarkrøvum og skuld verður broytt frá 10.000 kr. til 1.000 kr. galdandi frá inntøkuárinum 2007.

Valutakursvinningur og –tap, ið hava samband við skattgjaldarans vinnuvirki, verða við virknaði frá inntøkuárinum 2006 tikin við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini. Eftir higartil galdandi reglum hevur valutakursvinningur verið tikin við í uppgerðina av kapitalvinningsinntøkuni, meðan valutakurstap hevur verið tikið við í uppgerðina av skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.

Reglur um tíðargreining av viðhangandi rentum, góðskrivaðum rentum í sambandi við avhendan ella útvegan av rentuberandi krøvum og dekort, sum verður goldin peningastovni galdandi frá inntøkuárinum 2006.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella

Mirjam Haraldsen
Tlf. nr. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo