Broyting í norðurlendska tvískattasáttmálanum
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur hin 3. november 2005 lagt fram uppskot um at seta í gildi avtalu millum Danmark og Føroyar sum ískoyti til norðurlendska tvískattasáttmálan.
Talan er um serliga avtalu millum Danmark og Føroyar, sum hevur við sær, at samsýning fyri starv umborð á skipum, sum eru skrásett í ávikavist FAS og DIS, bert kann verða skattað í tí partinum av ríkinum, har skipið hevur tjóðarprógv.
Nýggja avtalan hevur onga broyting við sær fyri føroyingar, sum starvast umborð á skipum, skrásett í DIS, tí hesir frammanundan eftir føroysku skattalógini eru frítiknir fyri skatti í Føroyum.
Danir, sum starvast umborð á skipum, skrásett í FAS, hava hinvegin ikki verið frítiknir fyri skatti í Danmark. Tá ið nýggja avtalan kemur í gildi, verða hesir persónar frítiknir fyri skatti í Danmark, og inntøkur teirra verða tí bert skattaðar í Føroyum.
Danir eru (sum útgangsstøði) avmarkað skattskyldugir í Føroyum av inntøku fyri starv umborð á skipum undir FAS-skipanini. Inntøka teirra verður tí skattað við 42%. Áðrenn skattur verður lagdur á inntøkuna, verður hon tó lækkað við 14%. Hægsti árligi frádrátturin er tó upp á 65.800 kr.
Eitt annað úrslit av gjørdu avtaluni verður, at reiðaravirki nú í øllum førum fáa afturborið 28% av lønum til danir, sum starvast umborð á skipum, skrásett í FAS. Frammanundan hava reiðara¬virki í nøkrum serligum førum, ikki kunnað fingið afturbering av goldnum lønum til danir, tí hesir hava fingið avsláttur í føroyska skattinum, tí serlig viðurskifti hava havt við sær, at Danmark hevur havt rættin at skatta inntøkurnar. Við nýggju avtaluni fær Føroyar í øllum førum rættin at skatta danir av inntøkum, stavandi frá skipum, sum eru skrásett í FAS, og omanfyri nevndi avsláttur í skatti hjá dønum fer tí ikki at koma fyri framyvir.
Avtalan fær virkna frá 1. januar 2005.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella
Mirjam Haraldsen
Tlf. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo