Kunning

Broyting í FAS skipanini

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur hin 3. november 2005 lagt fram uppskot um broyting í skattalógini viðv. FAS skipanini.

Uppskotið hevur við sær, at skattur av inntøkum hjá avmarkað skattskyldugum persónum, sum sigla undir FAS-skipanini ella við bareboatskipum, í síni heild fer í lands-kassan. Skattur av líknandi inntøkum hjá persónum undir fullari skattskyldu, verður framvegis býttur millum landskassa og kommunur.

Á sama hátt verður afturbering til reiðaravirkið, vegna lønir til avmarkað skattskyldugar persónar, bert borin av landskassanum, meðan afturbering, vegna lønir til fult skattskyldugar persónar, verður borin av landi og kommunum í sama lutfalli sum skatturin.

Orsøkin til lógaruppskotið er, at fleiri kommunur hava gjørt vart við, at útreiðslurnar av FAS-afturberingini sum er, ikki verða býttar eftir einum rættvísum lykli.

Útlendskir persónar sum sigla undir FAS-skipanini, eru ikki heimahoyrandi í nakrari kommunu í Føroyum, men verða skattliga skrásettir at hoyra til ta kommunu, har reiðaravirkið er skrásett. Hesar kommunur fáa tí inntøkuskattin hjá hesum persónum. Afturbering til reiðaravirkini verður borin av landskassa og kommunum í sama lutfalli, sum samlaði skatturin annars verður býttur millum land og kommunu. Henda skipan gevur í nógvum førum ein ójavna millum tær inntøkur og útreiðslur, sum einstøku kommunurnar hava av FAS-skipanini.

Broytingarnar fáa virkna frá 1. januar 2006.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella

Mirjam Haraldsen
Tlf. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo