Kunning
26-01-2024

Bóklingurin SKATTUR 2024 er nú tøkur

Nýggj dagførd útgáva av bóklinginum SKATTUR er nú tøk.

Bóklingurin, ið er ein yvirskipað gjøgnumgongd av mest vanligu fyribrygdunum innan skattaøkið í Føroyum, bæði hjá privatpersónum og vinnuvirkjum er tøkur sum pdf her.

Talan er ikki um eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av øllum viðkomandi evnum innan føroyskan skattarætt, og tí eiga avgerðir ikki at verða tiknar einans grundað á innihaldið í hesum bóklingum, men eisini í samráð við skattaráðgeva ella grannskoðara.

Hóast vit stremba ímóti at veita rættar og viðkomandi upplýsingar, kunnu vit ikki veita fulla vissu fyri, at mistøk ikki koma fyri í bóklingunum. SPEKT átekur sær onga ábyrgd av gerðum, sum eru framdar grundað á innihaldið í hesum bóklingum.