Kunning

Avtøka av telefonstuðli til langfarasjómenn

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur hin 3. november 2005 lagt fram uppskot um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum.

Uppskotið hevur tað við sær, at rætturin hjá langfarasjómonnum til stuðul til telefonútreiðslur, fellur burtur við ársenda 2005.

Higartil hava langfarasjómenn, sum eru burturi við fiski- ella handilsskipi í minst 30 dagar, havt rætt til stuðul til telefonútreiðslur. Stuðulsupphæddin hevur seinastu árini verið 17,50 kr. um dagin.

Teir langfarasjómenn, sum hava rætt til telefonstuðul fyri 2005, skulu lata Fiskimálaráðnum umsókn um stuðulin í seinasta lagi 31. mars 2006. Sambært lógaruppskotinum verða umsóknir, sum verða móttiknar eftir 31. mars 2006 ikki viðgjørdar.

Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella

Mirjam Haraldsen
Tlf. 34 34 70
mharaldsen@spekt.fo