Kunning

Uttanlandsinntøkur

 

Tá ið persónar fara uttanlands at arbeiða eru nógv viðurskifti at fáa greiðu á, herundir hvat skal gjaldast í skatti, sosialum gjøldum og eftirløn í Føroyum og í útlandinum.

Sum hjálp til at fáa greiðu á nøkrum av viðurskiftunum hava vit tí gjørt hesa vegleiðing.

Henda vegleiðing er ein yvirskipað gjøgnumgongd av ymiskum viðurskiftum hjá persónum, ið antin arbeiða uttanlands ella arbeiða í Føroyum fyri útlendskan arbeiðsgevara, ella á annan hátt hava útlendska inntøku.

Serligur dentur er lagdur á at lýsa viðurskiftini í sambandi við arbeiði í øðrum norðurlondum. Av tí at nógvir føroyingar arbeiða í Noreg, ella fyri norskan arbeiðsgevara, er eisini nærri greitt frá ymiskum viðurskiftum í Noreg.

Talan er ikki um fullfíggjaða gjøgnumgongd. Vegleiðingin er ætlað at kunna um skattlig viðurskifti, ið eru viðkomandi hjá persónum við uttanlandsinntøkum.

Viðurskifti í sambandi við uttanlandsinntøkur kunnu vera torgreið, og eiga avgerðir tí ikki at verða tiknar einans grundað á innihaldið í hesi vegleiðing.

Uttanlandsinntøkur 2020

Uttanlandsinntøkur 2021