Um SPEKT
SPEKT veitir tænastur innan grannskoðan og roknskap, skatt, KT-grannskoðan og vinnuráðgeving/corporate finance.
Innan SPEKT fer fram eitt støðugt altjóða skifti um vitan og arbeiðsroyndir um gongdina innan ymisku vinnugreinarnar og fakligu økini. Hetta tryggjar, at vit kunnu bjóða kundum okkara eina framhyggjandi ráðgeving.
Kundaskari
Í Føroyum hava vit ein góðan og breiðan kundaskara innan handil og ídnað, fíggingarstovnar eins og kommunur og landið.
Annars
Leiðsla felagsins fevnir um teir báðar partaeigararnar Finnbjørn Zachariasen og Mirjam Haraldsen, bæði statsaut. revisorar.
Virksemi felagsins byrjaði í 1975 undir navninum Grannskoðara-stovan Pauli Ellefsen. Frá 1981 er virksemið rikið í partafelagsformi, frá 1998 til 2004 undir navninum KPMG statsaut. revisorar Sp/f.
|